Fráboðanir

    Lær Excel frá grundini - seinni dagur

    Nær
    Frá Til
    Slag
    Skeið: Office 365
    Deild
    KT landsins
    Pláss eftir
    3

    Tekna teg til skeiðið og fá nógv meira at vita um skeiðið á heimasíðuni hjá Synergi

    Endamálið er
    at læra Excel frá grundini og læra tær mest týðandi og mest brúktu funkurnar í Excel.

    Innihald
    Tú lærir

    • um hvussu Excel er bygt upp og hvussu tú best skilur endamálið við Excel

    • um einfaldar formlar og reglur fyri hesar

    • at rætta í formlum, sellum og at seta eyka tekst og tøl inn

    • at stovna fleiri rokniørk og geva ørkunum nøvn so lættari er at halda skil á teimum

    • at flyta og margfalda rokniark, súlur, kolonnur og røð

    • at brúka ‘autoudfyld’

    • at brúka formatpensilin

    • um absoluttar og relativar sellur

    • brúka tøl og úrslit frá eini sellu í aðrari

    • at sortera og síla

    • um diagramm og myndir

    • o.m.a.

    Skeiðið er ætlað
    teimum, sum vilja læra tær grundleggjandi, týðandi og mest brúktu funkurnar, og hava ongar ella bara lítlar royndir við Excel frammanundan.

    Forkunnleiki og fortreyt
    Tað er neyðugt at hava grundleggjandi telduførleikar.