Lær Excel frá grundini - fyrri dagur
- Nær
- Frá Til
- Slag
- Skeið: Office 365
- Deild
- KT landsins
- Pláss eftir
- 3
Tekna teg til skeiðið og fá nógv meira at vita um skeiðið á heimasíðuni hjá Synergi
Endamálið er
at læra Excel frá grundini og læra tær mest týðandi og mest brúktu funkurnar í Excel.
Innihald
Tú lærir
um hvussu Excel er bygt upp og hvussu tú best skilur endamálið við Excel
um einfaldar formlar og reglur fyri hesar
at rætta í formlum, sellum og at seta eyka tekst og tøl inn
at stovna fleiri rokniørk og geva ørkunum nøvn so lættari er at halda skil á teimum
at flyta og margfalda rokniark, súlur, kolonnur og røð
at brúka ‘autoudfyld’
at brúka formatpensilin
um absoluttar og relativar sellur
brúka tøl og úrslit frá eini sellu í aðrari
at sortera og síla
um diagramm og myndir
o.m.a.
Skeiðið er ætlað
teimum, sum vilja læra tær grundleggjandi, týðandi og mest brúktu funkurnar, og hava ongar ella bara lítlar royndir við Excel frammanundan.
Forkunnleiki og fortreyt
Tað er neyðugt at hava grundleggjandi telduførleikar.