Fráboðanir

    Talgildur9338

    Skeið og verkstovur

    Nýggj vitan gevur nýggjar møguleikar
    Vilt tú læra at brúka Copilot, gerast enn stinnari í Excel ella fáa meira burtur úr Microsoft 365? Kanska vilt tú skilja kontustrongin í Kontuskipan landsins ella læra meira um tær snildu funkurnar í Outlook?

    Á Gjaldstovuni skipa vit javnan fyri skeiðum, sum menna tínar førleikar og gera arbeiðsdagin lættari.

    Í skeiðsskránni finnur tú skeið í millum annað Vaktætlan, Teams, Copilot, Skjalhaldi, Leiðslukunning, lønaravgreiðslu, Høvuðsbók og Planner.

    Endamál

    Endamálið við virkseminum hjá Gjaldstovuni, og eisini skeiðvirkseminum, er at stuðla munadygga almenna fyrisiting.

    Krøvini til almennu fyrisitingina, at stýra almenna virkseminum, eru nógv.

    Fyri at lætta um at lúka tey, so hevur Gjaldstovan fjølbroytta skeiðsskrá.

    Vit bjóða skeið á teimum økjum, har vit veita tænastur:

    • KT 

    • Upplýsingar at stýra við 

    • Roknskapur og bókhald 

    • Lønir og lønarupplýsingar

    Hvørji skeið eru á heysti 2026?

    Tað eru tvey nýggj skeið á skrá í heyst í vitlíki: Copilot Chat og Copilot Business.

    Til ber at síggja alt skeiðskatalogið við at trýsta á leinkjuna; 

    Skeiðskatalog heystið 2026

    Skeið eftir ynski

    Um tit hava ynski um skeið á tykkara stovni ella at koma á skeið aðrar dagar enn ein teimum døgum, sum eru ásettir, eru tit vælkomin at skriva til skeid@gjaldstovan.fo

    Hvar eru skeiðshølini?

    Skeiðini eru næstan øll telduskeið. Tey eru í frálæruhølinum hjá Gjaldstovuni, í Kvíggjartúni 1 á Argjum, sum er væl útgjørt við allari nútímans útgerð.

    Døgurði verður at fáa og ein drekkamunnur fyrrapart og seinnapart.

    Gjskfran