Úrslit:

    Fráboðanir

      Heildarætlan um vitlíki

      Arbeitt verður við heildarætlan fyri vitlíki.

      Endamálið er:
      Við ábyrgdarfullari nýtslu av vitlíki vilja vit nútímansgera samfelagið, økja um kappingarføri, styrkja okkara førleikar, og verja føroyskt mál og mentan.

      Heildarætlanin skal: 

      • Umseta visjónina til ítøkilig tiltøk tvørtur um tær tríggjar súlurnar – fólkið, málið og búskapin

      • Geva hvørjum tiltaki eigara, tíðarætlan og fígging

      • Byggja á íkast frá forkanningini og grannalondunum

      • Vera til reiðar til fíggjarlógina fyri 2027