Tann 5. mai 2026 varð forkanningin um vitlíki handað landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Aksel V. Johannesen.
Forkanningin er ætlað sum grundarlag undir einari heildarætlan, sum skal tryggja ábyrgdarfulla nýtslu av vitlíki í Føroyum.
Hon byggir á greiningar og verkstovur við luttakarum úr vinnuni, fakfeløgum, almennum stovnum og áhugabólkum. Forkanningin vísir, at áhugin fyri vitlíki er stórur í Føroyum, men at tørvur er á einari felags kós, at menna førleikar og at verja føroyska málið.
Les forkanningina í leinkinum niðanfyri:
Forkanning um vitlíki