Talgildar tænastur verða brúktar av fólki við ymiskum førleikum og ymiskum hjálpitólum. Ein tænasta kann vera løtt at brúka hjá summum, men hava forðingar hjá øðrum. Tí er talgild atkoma ein týðandi partur av at menna tænastur, sum so nógv sum gjørligt kunnu brúka.
WCAG er ein altjóða standardur við leiðreglum fyri talgilda atkomu. Tær hjálpa teimum, sum menna heimasíður og talgildar loysnir, at taka atlit til eitt nú tekst, litir, navigatión og nýtslu við hjálpitólum. Vit mæla øllum, sum menna talgildar tænastur í Føroyum, til at taka støði í WCAG og arbeiða miðvíst eftir leiðreglunum. Talgild atkoma eigur at verða hugsað inn frá byrjan og kannast og betrast, so hvørt sum tænastan verður ment.
