Úrslit:

    Fráboðanir

      Heild­ar­ætlanin 2015-2020

      Heildarætlan til talgilding av føroyska samfelagnum

      Fyrsta heildarætlanin 2015-2020

      Í 2015 varð fyrsta heildarætlanin fyri talgilding av føroyska samfelagnum løgd fram. Við henni vórðu Talgildu Føroyar settar á stovn sum eitt verkætlanarátak, ið skuldi samskipa arbeiðið og seta felags kós fyri talgildu menningina.

      Úr arbeiðinum komu Heldin, Samleikin og Vangin. Harumframt vórðu fleiri føroyskar grundardátur gjørdar frítt atkomuligar.

      Niðanfyri kanst tú lesa stutt um visiónina, sum varð løgd fram í 2015.

      Talgildur samleiki

      Eitt ómakaleyst samleikaprógv

      Borgarar og vinna fara í alsamt størri mun at samskifta og avgreiða síni viðurskifti við tað almenna talgilt umvegis e-tænastur og borgaraportalar, og tí fáa øll sín egna talgilda samleika – eitt talgilt samleikaprógv.

      Talan verður um ein og sama talgilda samleika, sum kann nýtast til innritan og eyðmerking á portalum og snarskivum, bæði hjá stovnum, myndugleikum og fyritøkum.

      Ein talgildur samleiki ger tað skjótari og einfaldari hjá borgarum at avgreiða síni viðurskifti. Samstundis verða mannagongdir hjá almennum stovnum minni tíðar- og orkukrevjandi.

      Seinnu árini er gerandisdagur okkara vorðin alsamt meira talgildur. Flestu upplýsingar verða varðveittar hjá teimum myndugleikum og fyritøkum, vit hava samband við. Vit borgarar goyma eisini upplýsingar okkara á teldum o.ø. talgildum tólum.

      Seinastu árini er tørvurin at kunna eyðmerkja seg talgilt vaksin støðugt. Fleiri og fleiri skipanir eru komnar við onkrum slagi av innritan, tá ið vit skulu hava ella senda upplýsingar til fyritøkur og stovnar.

      Sum tørvurin at geva upplýsingar sínámillum veksur, veksur eisini tørvurin at senda trúnaðarupplýsingar trygt og einfalt. Tí síggja vit, at alsamt fleiri lond seta í verk landsumfevnandi loysnir at eyðmerkja borgarar, fyritøkur og aðrar løgfrøðiligar myndugleikar.

      Við at seta í verk eina felags, talgilda loysn fyri alt samfelagið, fæst ein einføld skipan. Hetta merkir, at borgarin kann nýta ein og sama hátt til at innrita í skipanirnar.

      Fyri samfelagið er tað stórur fyrimunur, av tí at tað skulu ikki stovnast fleiri ymiskar skipanir fyri tær einstøku tænasturnar, har eyðmerking og innritan er. Tí fer ein felags loysn fyri alt samfelagið at viðføra munandi sparingar fyri allar partar, bæði í tíð og umsiting.

      Talgildi samleikin er samansettur av pørtum, og hvørt land samansetur sína skipan við støði í sínum tørvi. Eins og onnur lond hava vit í Føroyum okkara serligu ynskir. Arbeiðsbólkurin hevur tí gjørt ein myndil fyri eina loysn, sum er lagað til føroysk viðurskifti og byggir á hesar kravfestingar:

      • Ein felags loysn (breið undirtøka)

      Borgarar, vinna og tað almenna skulu kunna nýta loysnina at samskifta sínámillum. Loysnin skal kunna nýtast í øllum pørtum av samfelagnum, so at borgarin kann nýta talgilda lykilin (samleikan) til at eyðmerkja seg hjá almennum stovnum og privatum fyritøkum. Allir borgarar skulu kunna nýta loysnina.

      • Føroyskir førleikar og veitarar

      Føroyskir veitarar verða nýttir, so ein kann tryggja sær, at neyðugir førleikar eru her heima, og so framtíðar rakstur og menning ikki eru bundin at útlendskari arbeiðsmegi.

      • Trygg loysn

      Loysnin skal vera trygg, so at hon lýkur lóggávu og regluverk fyri økið, umframt krøv hjá Fíggjaeftirlitinum um trygd og reglur fyri hvítvask.

      • Einføld og brúkaravinarlig

      Loysnin skal vera einføld og løtt at nýta hjá borgarum.

      • Framtíðartryggjað og altjóðagjørt

      Loysnin skal vera framtíðartryggjað og smidlig í bygnaði, so at hon kann mennast til nýggjar tørvir. Hon skal eisini vera í samsvari við altjóða standardir og skipanir, so at føroyski, talgildi samleikin í framtíðini skal kunna nýtast í øðrum londum.

      • Málið skal vera føroyskt og enskt

      Málið og allur tekstur til brúkaran skal vera á føroyskum. Við fyriliti fyri útlendingum skal tað eisini vera á enskum.

      • Ognarskapur og staðseting skulu vera føroysk

      Tað almenna eigur og umsitur teir sentralu partarnar, sum fevna um trygdina. Viðkvæmar upplýsingar og trúnaðarupplýsingar um borgaran og sentralu partarnar av skipanini verða staðsettar í Føroyum. (Talgilt yvirræði).

      • Fíggarligt skynsemi

      Samsvar skal vera millum vavið á loysnini og fíggingina. Gerast skal ein skynsom virkisætlan fyri loysnina.

      Talgildar tænastur

      Alt á einum stað

      Ein felags inngongd skal gera tað lættari, skjótari og tryggari at røkka almennum og privatum, talgildum tænastum. Ein trygg innritan, ein talgildur postkassi, ein talgild undirskrift og allar tænasturnar savnaðar á einum stað alt samdøgrið. Ein felags portalur, sum kann brúkast á teldu, teldli og telefon.

      Tænasturnar skulu mennast við borgaranum í miðdeplinum. Fyrsta stig er, at borgarin sjálvur kann velja tær tænastur, honum tørvar. Næsta stig er, at skipanirnar skulu laga seg til hvønn einstakan borgara og skulu bjóða tær tænasturnar, sum eru viðkomandi í mun til t.d. aldur, hjúnastøðu og starv.

      Skjótt syftir seiðir

      Fleiri talgildar tænastur eru longu rættiliga framkomnar, aðrar eru ávegis; men tað eru eisini nógvir, smáir stovnar og smáar kommunur, sum ikki bjóða talgildar tænastur enn.

      Ein felags portalur kann taka støði í loysnunum, sum rigga væl í dag, og kann so líðandi mennast og bjóða fram pakkaloysnir, so at tað verður lættari og bíligari at talgilda smærri tænastur eisini.

      Føroya fólk eru klár til talgilding

      Royndir við talgildum tænastum, sum virka í dag, vísa, at fólk eru skjót at taka hesar til sín. Ein felags portalur við afturkenniligum sniði og funkum skal gera tað enn lættari hjá fólki at brúka tænasturnar. Tær skulu frá byrjan sniðgevast við fyriliti fyri teimum fólkunum, sum hava flest avbjóðingar við at røkka talgildu tænastunum.

      Skynsom umsiting

      At talgilda tænasturnar eftir sama leisti sparir eisini tíð og orku í umsiting. Tíð, sum í dag verður brúkt til at skráseta, skipa og leita eftir upplýsingum, kann í staðin brúkast til at hjálpa og ráðgeva borgarum og vinnu og til at menna støðugt betri tænastur.

      Stigvís menning

      Fyrsta stig verður at menna eina lutfalsliga einfalda loysn, ið gagnnýtir verandi portalar og tænastur. Henda kann vera klár at seta í verk í 2017.

      Grundardátur og kt-arkitekturur

      Samansjóðaðar skipanir

      Upplýsingar skulu bara latast og skrásetast eina ferð. Allir myndugleikar og tænastur skulu heinta upplýsingar úr somu grundskráum, sum verða ókeypis. Trygt samskifti millum skráir fer umvegis Heldina, ið er netverkið, sum heldur Talgildu Føroyar saman.

      Stovnar skulu ikki senda hvørjum øðrum rokningar fyri at veita atgongd til upplýsingar, tí tað gagnar ongum og virkar bara forðandi fyri talgildingini.

      Hjá privatum veitarum gerast eitt nú ókeypis kortdáta eitt nýtt tilfeingi til teirra, sum hava hugflog at menna nýggjar tænastur til føroyska marknaðin og til allan heimin.

      Samansjóðing av grunddátaskráum gjøgnum Heldina:

      • ger tað óneyðugt at lata somu upplýsing fleiri ferðir

      • ger tað gjørligt at avgreiða síni viðurskifti á einum stað

      • ger tað møguligt at síggja alt, sum er skrásett um teg

      • kann geva tær innlit í, hvør hyggur eftir upplýsingum um teg

      Myndin niðanfyri lýsir Heldina sum ein tryggan part av internetinum. Einans góðkendir stovnar, kommunur og virkir kunnu knýta seg í Heldina, sum er ein miðspjødd, standardiserað loysn, ið ger tað lætt at samskifta millum skipanir, minkar um váðan við stórum, tætt samanknýttum skipanum, og minkar um óneyðugt dupultarbeiði