Soleiðis talgilda vit Føroyar
Heildarætlanir
Vit menna og reka felags talgildar loysnir, sum gera tað lættari og tryggari hjá fólki, vinnu og myndugleikum at avgreiða síni viðurskifti.
Samleikin, Vangin, Mínboks, Skjáttan og Heldin eru partur av talgilda undirstøðukervinum í Føroyum. Við loysnunum kunnu fólk millum annað eyðmerkja seg, skriva undir og móttaka post talgilt. Tær gera tað eisini møguligt at lata upplýsingar fara trygt millum skipanir.
Vit menna loysnirnar í samstarvi við almennar stovnar, kommunur og vinnuna. Samstarvið hevur verið ein týðandi partur av arbeiðinum frá byrjan, og fleiri stovnar og fyritøkur vóru við til at fíggja og leggja grundarlagið undir felags loysnirnar.
Stovnar, kommunur og fyritøkur, sum brúka loysnirnar til at bjóða sínar talgildu tænastur, nevna vit tænastuveitarar. Saman arbeiða vit fyri at gera tænasturnar meira samanhangandi og lættari at brúka.
Trygd, dátuvernd og brúkaravinsemi eru grundleggjandi partar av øllum arbeiðinum. Talgildar tænastur skulu vera lættar at skilja og brúka, og fólk skulu vita, hvar tey kunnu fáa hjálp.