Úrslit:

    Fráboðanir

      Talgildu Vangin Vidalund

      Grundardátur

      Grundardátur eru grundleggjandi upplýsingar um Føroyar, føroyingar og virksemi í Føroyum. Tað eru til dømis upplýsingar um fólk, fyritøkur, adressur, ognir og kort. Dáturnar verða brúktar í almennari fyrisiting og eru grundarlag undir nógvum talgildum tænastum.

      Frá byrjan hava Talgildu Føroyar arbeitt fyri, at grundardátur skulu vera álítandi, dagførdar og lættar at fáa atgongd til.

      Í dag er atgongdin talgild, men meginreglan er tann sama: Upplýsingar verða skrásettar og viðlíkahildnar har, sum ábyrgdin liggur. Dáturnar skulu kunna brúkast á tryggan og skynsaman hátt.

      Fólk

      Landsfólkayvirlitið er grundarskráin við upplýsingum um persónar í Føroyum, eitt nú navn og bústað. Hvør persónur hevur eitt P-tal, sum verður brúkt til at eyðmerkja viðkomandi í talgildum tænastum. Umhvørvisstovan umsitur Landsfólkayvirlitið.

      Myndugleikar, sum hava heimild til tess, kunnu fáa talgilda atgongd til viðkomandi upplýsingar umvegis Heldina. Soleiðis kunnu teir brúka upplýsingar úr grundarskránni í staðin fyri at skráseta og viðlíkahalda tær hvør sær.

      Á Vanganum kunnu fólk síggja sínar upplýsingar úr Landsfólkayvirlitinum og senda umbøn um rætting, um okkurt er skeivt skrásett.

      Les meira um Landsfólkayvirlitið á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni í leinkinum niðanfyri: 

      Landsfólkayvirlit og navnamál

      Adressur

      Landsadressuskráin er felags kelda til góðkendar adressur í Føroyum. Kommunurnar áseta adressurnar, og Umhvørvisstovan góðkennir tær og umsitur skránna.

      Fyri Talgildu Føroyar er tað týdningarmikið, at talgildar tænastur kunnu brúka somu, dagførdu adressuupplýsingar. Soleiðis kunnu stovnar og fyritøkur heinta upplýsingar úr eini felags keldu heldur enn at skráseta og viðlíkahalda hvør sína adressuskrá.

      Les meira um Landsadressuskránna á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni í leinkinum niðanfyri: 

      Adressuskrá

      Matrikul og tinglýsing

      Matrikulin vísir, hvar føst ogn í Føroyum liggur, og hvat hon fevnir um. Hvør ogn hevur eitt matrikulnummar, sum eisini verður brúkt í øðrum skráum. Tinglýsingin skrásetur rættindi knýtt at ognini, til dømis hvør eigur hana og um veð er tinglýst. Umhvørvisstovan umsitur bæði økini.

      Sum part av arbeiðinum við grundardátum stóðu Talgildu Føroyar fyri at talgilda skjalasøvnini hjá Matrikul og Tinglýsing. Tað gjørdi skjølini lættari at leita fram. Tinglýsingarskjølini vórðu seinni gjørd atkomulig hjá almenninginum á netinum.

      Les meira um bæði økini hjá Umhvørvisstovuni:

      Matrikul
      Tinglýsing

      Kort

      Geodátur eru talgildar upplýsingar um Føroyar, eitt nú kort, adressur og hæddir. Tær kunnu brúkast í almennari fyrisiting og sum grundarlag undir nýggjum tænastum.

      Føroyakort er partur av arbeiðinum hjá Talgildu Føroyum at gera grundardátur talgildar og atkomuligar. Á Føroyakortum kunnu øll síggja kort, taka dátur niður og brúka tær til almenn, vinnulig og privat endamál. Umhvørvisstovan hevur ábyrgd av kortunum og dátunum.

      Les meira á Føroyakort í leinkinum niðanfyri: 

      Føroyakort

      Virkir

      Grundleggjandi upplýsingar um fyritøkur, feløg og almennar stovnar skulu savnast í eini felags føroyskari virkisskrá. Hvør eind skal hava V-tal, sum ger tað møguligt at eyðmerkja hana í talgildum tænastum.

      Talgildu Føroyar leiða arbeiðið við at menna skránna í samstarvi við TAKS, Skráseting Føroya og Hagstovu Føroya. Virkisskráin eitur Virkið. Hon skal gera upplýsingar lættari at finna og brúka hjá bæði myndugleikum og vinnu.

      Les meira um Virkið í leinkinum niðanfyri: 

      Virkið