Við Virkinum verða upplýsingar úr almennum skráum savnaðar á einum stað. Her kanst tú lætt finna almennar upplýsingar um fyritøkur, stovnar og feløg í Føroyum, og tú kanst eisini fáa innlit í upplýsingar um títt egna virki ella felag.
Virkið skal styrkja gjøgnumskygnið í føroyska virkislendinum og gera tað lættari hjá tær at kunna teg um virkir og feløg, sum kundi, samstarvsfelagi ella íleggjari.