Úrslit:

    Fráboðanir

      Tænastur á Vanganum

      Vangin gevur tykkum fleiri møguleikar at bjóða fólki talgildar tænastur. Tað er ikki neyðugt at brúka allar tænasturnar, sum eru lýstar niðanfyri. Í felag finna vit tær, sum hóska til tykkara tørv.

      Á Vanganum kunnu fólk avgreiða síni viðurskifti, tá ið tað hóskar teimum, eisini uttan fyri vanligar avgreiðslutíðir. Upplýsingar kunnu koma beinleiðis inn í tykkara arbeiðsgongdir, so tit sleppa undan óneyðugari dupultskráseting og fáa betri grundarlag fyri smidligari málsviðgerð.

      Vit taka okkum av felags sniði, atkomu og trygd á Vanganum. Tit kenna tykkara tænastu og hava ábyrgd av innihaldinum og málsviðgerðini. Tí skipa vit loysnina saman við tykkum, so hon riggar bæði hjá tykkum og teimum, sum brúka hana.

      Brúkaraskráin

      Á Vanganum kunnu borgarar dagføra sítt telefonnummar og sína teldupostadressu og velja at lata almennum myndugleikum upplýsingarnar.  Tá ið tey gera tað, kunnu tit hava dagførdar samskiftisupplýsingar, uttan at biðja borgaran lata somu upplýsingarnar fleiri ferðir.  Upplýsingarnar kunnu bara latast víðari, um borgarin hevur givið samtykki til tað, og borgarin kann altíð taka samtykkið aftur.

      Les meira um samskiftisupplýsingar á Vanganum í leinkinum niðanfyri.

      Samskiftisupplýsingar

      Fulltrú

      Við talgildari fulltrú kunnu tit geva borgarum møguleika at lata ein annan, til dømis ein avvarðandi, avgreiða viðurskifti hjá tykkum á Vanganum. Tann, sum fær fulltrú, kann síggja upplýsingar og brúka tær sjálvgreiðslur, sum fulltrúin fevnir um.

      Talgild fulltrú er ætlað borgarum, sum av ymiskum orsøkum hava tørv á, at ein annar hjálpir teimum at avgreiða síni viðurskifti. Tað kann til dømis vera vegna skerdar førleikar, aldur v.m. Fulltrúin verður váttað við talgildari undirskrift ella við at undirskriva eitt skjal, sum verður latið inn umvegis Vangan. Fulltrúin er sjónlig hjá borgaranum, og tit kunnu síggja, hvør hevur framt eina gerð vegna hann. Borgarin kann altíð strika fulltrúina aftur.

      Les meira um, hvussu tú sum borgari brúkar talgilda fulltrú, í leinkinum niðanfyri:

      Talgild fulltrú 

      Ein annar møguleiki er at geva eingangs loyvi til at senda eina umsókn ella líknandi vegna ein avvarðandi á Vanganum. Talan er tá ikki um fulltrú. Les meira í leinkinum niðanfyri:

      Virka vegna avvarðandi á Vanganum

      Gjald

      Um ein sjálvgreiðsla, umsókn ella onnur tænasta krevur gjald, kunnu tit knýta gjaldið at tænastuni á Vanganum. Borgarin rindar tá sum part av avgreiðsluni.

      Vangin hevur avtalur við FarPay og Quickpay. Tit velja, hvørja gjaldsloysn tit vilja brúka.

      Velja tit Quickpay, kann gjaldið bókast beinleiðis í Búskaparskipan Landsins (BSL).

      Kalendarin

      Við kalendaranum á Vanganum kunnu tit leggja avtalur, innkallingar og freistir í persónliga kalendaran hjá borgaranum. Borgarin fær boð, tá ið ein nýggj hending verður løgd inn, og eina áminning, áðrenn avtalan ella freistin nærkast. Foreldur kunnu eisini síggja hendingar hjá børnum sínum undir 18 ár í kalendaranum og fáa boð um tær.

      Málsviðgerð

      Við at knýta journalskipanina hjá tykkum, til dømis Skjalhald, at Vanganum, kunnu tit geva borgarum innlit í gongdina í teirra málum.

      Borgarar kunnu síggja, um ein umsókn er móttikin, er til viðgerðar ella er liðugt avgreidd. Tað gevur betri gjøgnumskygni og kann minka um fyrispurningar umvegis telefon, tí borgarar sjálvir kunnu síggja, hvussu langt málið er komið.

      Mínboks

      Mínboks er almenna talgilda postskipanin í Føroyum, her kanst tú fáa og lesa post frá almennum myndugleikum. Mínboks er partur av Vanganum, og tú kanst lesa postin bæði á teldu og í Vanga appini. Les meira um Mínboks í leinkinum niðanfyri:

      Mínboks til tænastuveitarar

      Sjálvgreiðslur

      Við sjálvgreiðslum kunnu borgarar avgreiða mál talgilt, til dømis søkja um ferðastuðul, byggiloyvi ella lestrarstuðul.

      Sjálvgreiðslan verður skipað soleiðis, at borgarin bara skal fylla út tað, sum er neyðugt. Tit fáa umsóknina beinleiðis inn í skipanina og sleppa undan at skráseta upplýsingarnar av nýggjum. Tað sparir tíð, minkar um feilir og ger málsviðgerðina smidligari.

      Tá umsóknin er send, fær borgarin kvittan í Mínboks.

      Tit kunnu stýra, nær sjálvgreiðslan er tøk, til dømis í sambandi við umsóknarfreistir.

      Snarboð

      Við snarboðum kunnu tit senda stutta og viðkomandi kunning beinleiðis til borgarar á Vanganum. Boðini kunnu sendast til ávís p-tøl ella til borgarar í einum ávísum øki. Soleiðis kunnu tit skjótt røkka teimum, sum boðini viðvíkja, til dømis um vatnið skal kókast ella streymurin verður sløktur.

      Borgarin sær boðini á Vanganum. Brúkar borgarin Vanga appina, fær hann eisini boðini sum fráboðan á telefonina.

      Hví snarboð?

      • Beinanvegin: borgarin fær boðini, tá tey eru viðkomandi.

      • Viðkomandi: Boðini kunnu málrættast teimum borgarum, sum tey hava týdning fyri.

      • Alt á einum stað: Borgarin kann fáa boð frá ymiskum tænastuveitarum á Vanganum.

      Dømi um snarboð

      • Vatnið á Argjum má kókast

      • Streymurin verður sløktur á Leynum millum kl 9 og 10.30

      • Ternan siglur ikki vegna veður kl 15.00

      • Politiið biður fólk halda seg frá havnarlagnum

      GG: Fyri at fáa fráboðan á telefonina skal borgarin hava loyvt fráboðanum frá Vanga appini.

      Les meira um, hvussu tú sum borgari brúkar snarboð, í leinkinum niðanfyri:

      Soleiðis brúkar tú snarboð

      Undirskrift

      Um tit hava eina umsókn ella avgreiðslu, sum krevur undirskrift, kann hon avgreiðast á Vanganum. Borgarin skrivar undir við Samleikanum, og undirskriftin hevur sama rættarvirknað sum ein vanlig handskrivað undirskrift.

      Fleiri kunnu skriva undir sama skjal, tá ið tað er neyðugt. Tann, ið skal skriva undir, fær boð á Vanganum um, at skjalið er klárt at skriva undir. Áminning verður eisini send við telduposti.

      Tit kunnu eisini senda skjøl beinleiðis úr fakskipanini hjá tykkum til undirskrivingar á Vanganum. Tá øll hava skrivað undir, verður skjalið sent aftur til fakskipanina. Tað ger arbeiðsgongdina skjótari og lættari.

      Les meira um talgildu undirskriftina í leinkinum niðanfyri:

      Talgild undirskrift

      Videoviðtalur

      Skjótt fer at bera til at hava videoviðtalur á Vanganum. Í fyrstu atløgu eru tað kommunulæknarnir, sum fara at nýta loysnina til læknaviðtalur. Soleiðis kunnu borgarar hava læknaviðtalu, hóast teir eru burturstaddir ella hava trupult við at flyta seg. Um aðrir tænastuveitarar hava áhuga á at brúka loysnina, kunnu teir seta seg í samband við okkum.

      Vís borgarum teirra upplýsingar

      Á Vanganum kunnu tit vísa borgarum upplýsingar, sum tit hava skrásett um tey. Upplýsingarnar verða heintaðar úr tykkara skipan, tá ið borgarin ritar inn. Tær verða ikki goymdar á Vanganum, og tit umsita framvegis tykkara egnu dátur. Íbindingin umvegis Heldina ger tað lætt, skjótt og trygt at knýta tykkara skipan at Vanganum.

      Borgarin fær yvirlit yvir sínar upplýsingar á einum staði. Tænastuveitarar hava ikki atgongd til dátur hjá hvørjum øðrum, og dátur verða ikki samkoyrdar uttan samtykki frá borgaranum.