Stovnar, kommunur og onnur, sum bjóða tænastur á Vanganum, eru tænastuveitarar.
Tit seta tykkum í samband við okkum, og vit byrja við einum fundi um tørvin hjá tykkum og møguleikarnar á Vanganum. Saman finna vit út av, hvat krevst tøkniliga og fyrisitingarliga. Vit taka eisini kt-veitaran hjá tykkum við í arbeiðið.
Sum partur av Vanganum fáa tit gagn av felags menningini. Tá nýggjar funkur verða mentar til ein tænastuveitara, kunnu tær eisini ofta brúkast av øðrum. Soleiðis fáa tit fleiri møguleikar og eru samstundis við til at menna Vangan fyri allar føroyingar.