Úrslit:

    Fráboðanir

      Talgild undirskrift

      Við Samleikanum kanst tú skriva undir avtalur og skjøl talgilt. Tú sleppur undan at prenta, skriva undir við penni og skanna skjølini aftur. Tað ger avgreiðsluna skjótari og einfaldari.

      DSCF3410 Okt

      At skriva undir talgilt er bæði einfalt og trygt. Við Samleikanum kanst tú vátta avtalur og skjøl uttan at prenta, skriva undir við penni og skanna aftur. Hetta ger samskifti við myndugleikar og vinnu skjótari og munabetri.

      Talgild undirskrift við Samleikanum er javnstillað við vanliga handskrivaða undirskrift. Sambært lógini um talgildan samleikan hevur talgilda undirskriftin sama rættarvirknað sum undirskrift á pappíri. Tað vil siga at tín undirskrift við Samleikanum er eins bindandi, sum hon tú skrivar á papír við penni og blekki.

      Tá ið tú skrivar undir, skalt tú í gjøgnum somu mannagongd, sum tá ið tú ritar inn.

      Hvar talgilda undirskriftin verður brúkt

      Samleikin verður brúktur sum undirskrift á Vanganum, í føroysku netbankunum og hjá tænastuni Skriva

      Talgildu Føroyar umsita ikki tekniska partin hjá føroysku peningastovnunum.

      Setið tykkum í samband við Talgildu Føroyar, um tit vilja hoyra meira um at brúka talgildu undirskriftina í tykkara virksemi.

      Kostnaður

      Kostnaðurin fyri talgildu undirskriftina er býttur sundur í mánaðargjald og nýtslugjald. Almennir stovnar rinda ikki mánaðargjald.

      Mánaðargjald 4.540 kr.

      Nýtslugjald 4,85 kr. fyri hvørja undirskrift

      Rakstrartreytir

      Við at knýta tænastur í og brúka talgildu undirskriftina, verða hesar treytir og tænastustig góðtikin

      Rakstrartreytir um talgilda undirskrift

      Rakstrartreytirnar eru galdandi frá 1. apríl 2025