Úrslit:

    Fráboðanir

      Skjáttan

      Skjáttan er app, har fólk kunnu hava kort og prógv við sær á telefonini. Í dag eru samleikakortið, koyrikortið og sjóvinnuprógv í Skjáttuni.

      Les hvussu tú brúkar Skjáttuna
      Politistur Kort V2

      Við Skjáttuni kunnu tit kanna samleikaprógv og koyrikort á ein einfaldan og tryggan hátt. Innbygdi skannarin ger tað møguligt at skanna QR-kotuna við einari vanligari arbeiðstelefon uttan at rita inn áðrenn.

      Fleiri kort og prógv verða løgd afturat, so Skjáttan kann brúkast í fleiri støðum í gerandisdegnum.

      Koyrikortið í Skjáttuni er eisini góðkent at brúka í Danmark. Tað merkir, at føroyskir bilførarar kunnu vísa koyrikortið á telefonini, tá ið teir til dømis verða steðgaðir í ferðsluni í Danmark.

      Talgilda koyrikortið

      Í koyrikortkunngerðini §3c verður talgilda koyrikortið staðfest líkastilla plast koyrikortinum. Sí kunngerðina í leinkinum niðanfyri:

      Kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru

      Talgilda koyrikortið er ment í samstarvið við Akstovuna, sum umsitur føroysk koyrikort. Føroya Politi var eisini við í arbeiðsbólkinum fyri at tryggja eina loysn, ið var skynsom hjá politinum at brúka.

      Talgilda koyrikortið er ískoyti til vanliga plastkortið. Talgilda koyrikortið kann bara brúkast í Føroyum og í Danmark.

      Skannari í Skjáttuni

      Skjáttan hevur ein skannara, sum kann lesa QR-kotur á kortum í Skjáttuni. Tá ið tú skannar eina QR-kotu, síggja tú og eigarin av kortinum somu upplýsingar á hvør sínari telefon.

      Skanna uttan at rita inn

      Tú kanst brúka skannaran uttan at rita inn í Skjáttuna. Tí kanst tú hava Skjáttuna sum arbeiðsamboð á arbeiðstelefonini, meðan tíni egnu kort eru á privatu telefonini.

      Skanna QR-kotuna heldur enn at taka telefonina frá eigaranum. Upplýsingarnar verða ikki goymdar á telefonini, sum skannar.

      Soleiðis virkar QR-kotan

      Eigarin av kortinum velur, hvørjar upplýsingar verða vístar. QR-kotan verður endurnýggjað, hvørja ferð eigarin ritar inn, og síðan sjálvvirkandi triðja hvønn minutt. Skanningin krevur internetsamband.

      Tá ið tú skannar QR-kotuna á koyrikortinum, verða upplýsingarnar vístar í tríggjar minuttir. Upplýsingarnar á samleikakortinum verða vístar í 30 sekund.

      Trygdaratlit í Skjáttuni

      Samleikakortið og koyrikortið hava livandi trygdareyðkenni, sum gera tað lættari at kanna, at kortið verður víst beinleiðis í Skjáttuni:

      • Tá ið tú flytur telefonina, skifta litirnir í Samleikakortinum og veðrahornunum.

      • Kortini hava livandi rørslur, sum eru virknar alla tíðina.

      • QR-kotan verður sjálvvirkandi endurnýggjað triðja hvønn minutt.

      Brúkarin velur, hvørjar upplýsingar verða vístar í samleikakortinum. Tit síggja somu upplýsingar á arbeiðstelefonini, og tær verða ikki goymdar aftaná skanningina.