Samleikin er ein trygg loysn, ið livir upp til altjóða trygdarkrøv. Tøknin byggir á tvey-faktor góðkenning. Hetta merkir millum annað, at tú skalt ígjøgnum tvey stig, tá ið tú ritar inn á eina talgilda tænastu. Hesi eru at tú:
Hevur Samleikan hjá tær fyri at góðkenna innritanina
Skrivar loynitalið, ið tú hevur valt