Ein felagsloysn fyri alt samfelagið viðførir munandi sparingar fyri allar partar, bæði í tíð og umsiting. Samstundis verður brúkaraupplivingin betri, tí tú ritar inn á ein og sama hátt.
Trygdin er í hásæti hjá Talgildu Føroyum, so bæði tænastuveitarar og brúkarar kunnu samskifta og avgreiða talgild viðurskifti trygt.
Niðanfyri eru umsóknin og rakstrartreytir millum tænastuveitarar og Talgildu Føroyar. Hesi skjøl eru týðandi fyri at tryggja rættindi og skyldur millum partarnar.