Tað skal vera einfalt at senda brøv í Mínboks, og tí er ein vevtænasta ment, sum sendir postin umvegis Heldina.
Við vevtænastuni á Heldini fáast nýggir hentleikar til Mínboks.
Kannið, hvør hevur Mínboks: Tit vita, um móttakarin brúkar Mínboks ella annan hátt at samskifta.
Samskifti við freistum: Tit kunnu fáa váttað, at borgarin hevur lisið brævið.
Skjótari og lættari: Tit avgera sjálvi, um borgarar skulu kunna svara brøvum í Mínboks,
Sendið post við egnari fakskipan: Tað er lætt at sameina samskifti í Mínboks við tykkara fakskipanir sum t.d. Skjalhald, 360 ella Nema Journal. Við einum ískoytisforriti kunnu tit senda brøv beinleiðis úr tykkara skipan. Harumframt kunnu móttikin brøv verða journaliserað beinleiðis í rætta málið.
Tað er neyðugt at vera á Heldini fyri at brúka nýggju vevtænastuna. Eru tit á Heldini frammanundan, kunnu tit, í flestu førum, brúka verandi uppsetan til at knýta í vevtænastuna.