Úrslit:

    Fráboðanir

      Kostnaður fyri Mínboks

      Kostnaðurin fyri Mínboks er býttur í trý:

      • Íbindingargjald

      • Mánaðargjald

      • Nýtslugald fyri hvørt brævið, ið verður sent og móttikið.

      Endabrúkarar rinda ikki fyri Mínboks.

      Prisur

      Við nýggju vevtænastuni á Heldini koma nýggir prísir í gildi frá 1. januar 2025.

      Kostnaður fyri at senda við nýggju vevtænastuni á Heldini verður:

      Mánaðargjald

      575 kr.

      Kostnaður fyri brævið uttan mun til stødd

      1,95 kr.

      Tørvurin á at senda stór brøv er alsamt vaksandi, og nýggju prísirnir tryggja, at til ber at senda stórar mongdir av dátum uttan óvæntaðar útreiðslur.

      Kostnaður fyri at senda við gomlu integratiónini:

      Fyri tey, ið senda við gomlu loysnini, verður kostnaðurin fyri støddina av brævinum tann sami sum áður. Harafturat kemur eitt mánaðargjald á 1.475 kr.

      Mánaðargjald 1.475 kr.

      • 0-99 kb 2 kr. fyri hvørt brævið

      • 100-199 kb 4 kr. fyri hvørt brævið

      • 200-299 kb 6 kr. fyri hvørt brævið

      • 300-399 kb 8 kr. fyri hvørt brævið

      Soleiðis økist prísurin við støddini av brøvum fyri hvørji 100 kb.

      Heldin er ein fortreyt

      Tað er eitt fortreyt at vera á Heldini fyri at brúka nýggju vevtænastuna. Eru tit á Heldini frammanundan, kann verandi uppsetan brúkast í flestu førum til at knýta í vevtænastuna.

      Íbindingargjald til nýggjar tænastuveitarar

      Tænastuveitarar rinda eitt íbindingargjald á 15.000 kr. fyri at brúka Mínboks.

      Samanbering av prísi

      Frá 1. januar 2025 verða tveir ymiskir kostnaðir fyri at senda í Mínboks, Ein kostnaður fyri at senda umvegis Heldina og ein fyri at senda við gomlu integratiónini.

      Uttan mun til hvussu tit senda í Mínboks verður eitt nýtt mánaðargjald til øll, ið senda post í Mínboks.

      Fyri tey, ið senda við gomlu loysnini, verður kostnaðurin fyri støddina av brævinum tann sami sum áður.

      Mínboks umvegis Heldina

      Senda við gomlu integratiónini

      • 15.000 fyri íbindingargjald.

      • 1, 95 kr. fyri brævið uttan mun til stødd

      • mánargjald: 575 kr.

      • 15.000 fyri íbindingargjald.

      • 2 kr. fyri hvørji 100 kb
        Dømi: bræv á 250 kb kostar 6 kr.

      • Mánaðargjald 1.475 kr.