Úrslit:

    Fráboðanir

      Redd Francisco 5U 28Ojjgms Unsplash

      vegleðingar og framløgur

      Niðanfyri eru vegleiðingar til Heldina og framløgur frá verkstovum.

      Vegleiðing: Heldarumsiting

      Á heimasíðuni www.heldin.fo finnur tú Heldarumsitingina, HUM. Tú ritar inn á umsitingina við Samleikanum.

      Les vegleiðingina til Heldarumsitingina í leinkinum niðanfyri

      Vegleiðing til Heldin umsiting

      vegleiðing: Trygdaravrit og restore av trygdarambætara

      Henda vegleiðing lýsir, hvussu lokalt trygdaravrit av trygdarambætaranum verður tikið, og hvussu restore verður framt.

      Vegleiðingin verður bara brúkt, um tú ikki hevur aðra backup skipan. Legg til merkis, at trygdarambætarar taka eitt trygdaravrit sjálvvirkandi einaferð um dagin, og hesi verða goymd á ambætaranum í 30 dagar.

      Vegleiðingin umfatar ikki trygdaravrit av vevtænastum ella KT skipanum. Luttakarin hevur sjálvur ábyrgd av at taka trygdaravrit av hesum.

      1. Backup av trygdarambætara

      Rita inn á websíðuna hjá securityservaranum. Far undir “Settings -> Backup and Restore. Her liggur ein listi av .tar fílum, sum eru trygdaravritini, sum ambætarin sjálvvirkandi hevur tikið.

      Fyri at gera eitt nýtt trygdaravrit, vel "Backup Config".

      Fyri at goyma trygdaravrit av ambætaranum lokalt, trýst á "Download" útfyri trygdaravritið, sum tú vilt at goyma.

      2. Restore av trygdarambætara

      Fyri at gera eitt "restore" av einum trygdaravriti, trýst so á knøttin "Restore" útfyri trygdaravritinum, sum tú vilt innlesa.

      Um tú vilt gera restore av einum trygdaravriti frá tíni teldu, trýst á "Upload Backup", og tá hetta trygdaravrit er komið inn í listan, kanst tú síðani velja "Restore" útfyri ta linjuna

      Vegleiðing: Menning av vevtænastum

      Vegleiðing til menning av vevtænastum

      Framleiðarin av Heldini (X-Road), Nordic Institute for Interoperability Solutions (NIIS), hevur útgivið eitt online skeið í at menna vevtænastur til Heldina. Hetta skeið umfatar menning av SOAP og REST vevtænastum, umframt at greiða frá um protokollir o.t. ið verða nýttar, tá ið samskift verður umvegis Heldina.

      Les meira um hetta og onnur skeið á leinkinum niðanfyri:

      X Road Academy 

      Vegleiðing: Loggar á trygdarambætara

      Soleiðis loggar Heldin samskifti

      Alt samskifti umvegis Heldina hendir umvegis trygdarambætarar. Av tí at trygdarambætarar logga samskifti, sum fer umvegis Heldina, er neyðugt hjá luttakarum at tryggja loggarnar á teirra trygdarambætara.

      Tá talan er um trygdarambætarar, ið verða deildir við aðrar luttakarar, skulu loggarnir ikki liggja á trygdarambætaranum. Tí er neyðugt at seta ein trygdarambætara, ið er deildur við aðrar luttakarar, at strika loggarnar sjálvvirkandi.

      Umsitarin av trygdarambætaranum kann seta hetta upp, og tað er lýst í vegleiðingini niðanfyri:

      Vegleiðing til uppsetan

      Tað merkir, at trygdarambætara-umsitarin broytir í config-fíluni: /etc/xroad/conf.d/local.ini

      Hóast trygdarambætarin ikki er deildur við aðrar luttakarar, og luttakarin ynskir at goyma loggarnar í eitt ávíst tíðarskeið, so er neyðugt hjá luttakaranum at gera eitt script, sum strikar loggar, ið eru eldri enn eitt ávíst tal av døgum. Loggarnir frá samskifti yvir trygdarambætaran verður sum standard lagt í mappuna /var/lib/xroad/ har logfílur verða goymdar, og lagdar í eina zip fílu. Fílan er gjørd mótstøðufør ímóti broytingum, og er hon pakkað inn í eina fílu við fílnavni, sum sigur, nær hon er frá.

      Fílnavnið fylgir hesi navn-áseting: mlog-fyrstaTimestamp-síðstaTimestamp-random.zip Harumframt ber eisini til at finna røttu fíluna, útfrá nær hon er skapt á servaranum (um ein ynskir at flyta ella strika fíluna sjálvvirkandi eftir ávíst dagatal).

      Eisini er gjørligt at seta parameturin : archive-transfer-command til sjálvvirkandi at strika loggar aftaná ávíst dagatal

      Sí annars kap. 11 í Security Server User's Guide ið snýr seg um loggar, í leinkinum niðanfyri:

      Security Servers User's Guide

      Brot úr vegleiðingini um message-loggar:

      Message log – provides the means to prove the reception of a regular request or response message to a third party. Messages exchanged between Security Servers are signed and encrypted. For every regular request and response, the Security Server produces a complete signed and timestamped document. Messages are logged and provided with a batch signature. The purpose of the message log is to provide the means to prove to a third party the reception of a request/response message. The Security Server messagelog saves each request and response message sent through the Security Server to the messagelog database. There is one log record inserted per transaction. Periodically (by default every six hours), the log archiver reads all non-archived records from the database, writes them to disk, and updates the records in the database, marking them as archived. Every twelve hours, the log cleaner executes a bulk delete removal of all archived records that are older than a configurable age; the default is thirty days. Message archiving interval lengths are configurable via configuration settings. The Security Server administrator is responsible for transferring the archived log files into long term storage. Such storage components are organisation-specific.

      Framløga: Verkstova september 2022

      22. og 23. september 2022 var verkstova á Gjaldstovuni í Albert Hall um Heldina. Verkstovan varð býtt sundir í fýra evnir:

      • Fyrisiting

      • Umsiting av trygdarambætarum

      • Menning av vevtænastu

      • Menning mótvegis FÓLK

      Framløgurnar frá verkstovuni finnast í leinkinum niðanfyri

      Framløga frá verkstovu um Heldina