1. Dátuflokking
Ein dátuflokking sjónliggerð krøvini til trygd so sum trúnað, atgeingi og rættleika.
Flokkað verður eftir:
Trúnaður (Confidentiality) lýsir týdningin av, at dátur ikki koma í skeivar hendur.
Dátur við lágum trúnaðarstigi eru t.d. almennir upplýsingar
Dátur við høgum trúnaðarstigi eru t.d. viðkvæmar dátur sambært persónsdatalógini ella forrætningskritiskar dátur
Atgeingi (Availability) lýsir týdningin av, at skipanin er tøk.
Dømi um eina skipan við lágum atgeingisstigi er bókasavnsskipan
Dømi um eina skipan við høgum atgeingisstigi er landsfólkayvirlitið
Rættleiki (Integrity) lýsir týdningin tað hevur, at dátur ikki verða broyttar óautoriserað t.d. av einum álopi ella feili
Dømi um lágt rættleikastig er keypsportalurin
Dømi um høgt rættleikastig er apoteksskipanin
Fyri at dáturnar, sum verða samskiftar/deildar í Heldini hava eitt nøktandi trygdarstig, er neyðugt at flokka dáturnar í KT-skipanum. Dátuflokkingin er bygd á kendar dátuflokkingar, sum eru tillagaðar Heldini. Mælt verður til, at dátuflokkingin verður regluliga gjøgnumgingin, soleiðis at broytingar verða staðfestar og skrásettar.
Dátuflokkingin verður gjørd sambært yvirlitinum seinni í hesum skjali.
1.1 Hvat skal flokkast, og hvør skal flokka
Vevtænastuveitarar
Vevtænastuveitarar skulu flokka sín trygdarambætara og sína KT-skipan. Flokkingin skal fylgja við hvørja ferð, vevtænastuveitarin sendir inn umsókn at knýta eina vevtænastu í Heldina.
Vevtænastubrúkarar
Vevtænastubrúkarar skulu flokka sín trygdarambætara. Hetta skal gerast hvørja ferð, hesin knýtir í eina nýggja vevtænastu.
Dátuflokkingin hjá báðum pørtunum skal standa í sínámillum avtaluni.
Tað er ábyrgdin hjá luttakarunum at halda neyðuga trygdarstøðið og at gera skoðan av hesum.
Hvat skal flokkast?
Trygdarambætarin hjá einum tænastuveitara skal flokkast eftir trygdarstigi hjá KT-skipanini, sum er knýtt í trygdarambætaran. Eru fleiri ymiskar skipanir við ymiskum trygdarstigi knýttar í, so skal trygdarambætarin flokkast eftir teirri skipan við hægsta trygdarstigi.
Er ein tænastubrúkari, við serliga høgum trygdarstigi, knýttur í eina skipan hjá tænastuveitara (ið ikki uppfyllir tilsvarandi trygdarstig), so mugu tænastuveitari og -brúkari gera eina sínámillum avtalu um trygdarstig.
Trygdarambætarin hjá einum tænastubrúkara skal flokkast eftir trygdarflokkingini hjá dátum, sum verða samskift gjøgnum hendan. Eru fleiri ymisk samskifti gjøgnum sama trygdarambætaran, so skal hesin flokkast eftir dáta við tí hægsta trygdarflokkingini.
Ein KT-skipan kann hava fleiri trygdarambætarar koyrandi lið um lið fyri at røkka neyðuga trygdarstigið í samband við atgeingi. Hetta verður nevnt dublering.
1.2 Hvussu skal flokkast?
Myndin niðanfyri vísir, hvussu dáturnar skulu flokkast (grønt), og hvørji átøk verða viðmæld eftir flokking (blátt).
Nærri lýsing av hugtøkum og átøkum:
Trúnaður (confidentiality) Trúnaður lýsir týdningin av, at dátur ikki koma í skeivar hendur.
Dátur við lágum trúnaðarstigi eru t.d. almennir upplýsingar
Dátur við høgum trúnaðarstigi eru t.d. viðkvæmar dátur sambært persónsdatalógini ella forrætningskritiskar dátur.
Eru fleiri KT skipanir knýttar til sama Trygdarambætara, verður hægsta flokking galdandi fyri trygdarambætaran. Sí mynd niðanfyri.
Atgeingi (availability) Atgeingi lýsir týdningin av, at skipanin er tøk.
Dømi um eina skipan við lágum atgeingisstigi er bókasavnsskipan
Dømi um eina skipan við høgum atgeingisstigi er landsfólkayvirlitið Eru fleiri
KT skipanir knýttar til sama Trygdarambætara, verður hægsta flokking galdandi fyri trygdarambætaran. Sí mynd niðanfyri.
Rættleiki (integrity) Rættleiki lýsir týdningin tað hevur, at dátu ikki verða broytt óautoriserað t.d. av einum álopi ella feili
Dømi um lágt rættleikastig er keypsportalurin
Dømi um høgt rættleikastig er apoteksskipanin
Eru fleiri KT skipanir knýttar til sama Trygdarambætara, verður hægsta flokking galdandi fyri trygdarambætaran. Sí mynd omanfyri.
Restore (Endurskapan) av einkultum fílum ella dátugrunnum er møgulig. Um stovnurin ynskir restore, skal tað tilskilast, um hetta skal gerast eftir umbøn ella eftir fastari tíðaráseting. Stovnurin ábyrgjast fyri at hava umhvørvið tøkt at lesa restore fílur.
Recovery (Endurskapan) av heilum servara er møgulig. Um stovnurin ynskir recovery, skal tað tilskilast, um hetta skal gerast eftir umbøn ella eftir fastari tíðaráseting. Stovnurin ábyrgjast fyri at hava eitt umhvørvið tøkt at gera recovery á.
Spegling merkir, at dátur eru tøkar á tveimum diskum.
Dublering er spegling, umframt at tú hevur møguleika at koyra servaran á báðum rakstrardeplinum. Í seinna førinum økist uppitíðin til 99,99%.
Innanhýsis firewall Talan er um firewall, ið verður settur upp á stýriskipanini. Er tørvur á at avbyrgja servara frá hinum servarunum á Landsneti er neyðugt við innanhýsis firewall.
Veikleikaskanning/ penetration test Veikleikaskanning er ein kanning av kendum veikleikum á servarum innanhýsis á Landsneti (t.d. vantandi dagføringar og brúkarar, sum hava veik loyniorð). Penetratiónstest er kanning av veikleikum á servarum, sum eru atkomuligir frá internetinum og roynd at útnytta hesar veikleikar.
Logging Her er talan um uppseting av logging av eydnaðum og miseydnaðum innritanum á stýriskipanini.
Herðing Her er talan um at sløkkja allar óneyðugar funktiónir (services) á servaranum.
2. Change Management í sambandi við Heldina
Tað er neyðugt at tænastuveitarar hava eina change management mannagongd, fyri at tryggja at tænastubrúkarar ikki fáa feilir í samband við broytingar og dagføringar. Vevtænastur kunnu leggjast út í ymiskum útgávum, sum eru virknar samstundis.
Change Management skal tryggja, at broytingar av tænastum í Heldini verða verksettar rætt og ikki ávirka skipanir, servarar og net skeiva vegin.
Tað er Heldarábyrgdarin hjá einum luttakara, ið hevur evstu ábyrgd av Change Management av sínum vevtænastum í sambandi við Heldina. Heldarábyrgdarin skal tryggja, at hansara vevtænastubrúkarar fáa fráboðan um broytingar í góðari tíð, og at teir fáa at vita, hvørjar broytingar og ábøtir skulu gerast hjá teimum, fyri at tryggja støðugan og framhaldandi rakstur. Change management skal eisini tryggja, at tað ber til at rulla aftur til eina fyrrverandi støðu, sum virkar, um ein broyting hevur óvæntaðar trupulleikar við sær.
3. Trygdarambætarar og tilknýttar skipanir
Serligur dentur eigur at verða lagdur á at tryggja samskifti millum trygdarambætara og KT-skipan, so eingin leggur seg ímillum, fyri at stjala ella broyta dátur. Støðan verður enn strangari, um fleiri luttakarar brúka sama trygdarambætara. Tá skal sambandið millum trygdarambætara og KT-skipan vera tryggjað við einum bronglaðum samskifti við SSL-lyklum. Hesir lyklarnir kunnu gerast lokalt og leggjast á trygdarambætara og KT-skipan. Umframt hetta eiga aðrar trygdaruppsetingar at gerast, sum t.d. bert at loyva ávísum IP-adressum atgond.
Meginreglan er, ein luttakari hevur einans loyvi til at binda sínar egnu skipanir í sín trygdarambætara. Tað ber tó til at fleiri luttakarar brúka sama trygdarambætara, men tá er tað við hvør sínari tilmelding og íbinding til Heldina. Í hesum føri skal bert ein navngivin høvuðsábyrgdari vera, sum hevur evstu ábyrgd av rakstri og trygd á trygdarambætaranum. Ynskir ein luttakari at víkja frá hesari meginreglu, skal hann venda sær til Heldardepilin við hesum fyrispurningi.
4. Trygdarhendingar
Einhvør trygdarhending, ella misnýtsla av upplýsingum ella skipanum, sum eru knýttar í Heldina, skal verða fráboðað Heldardeplinum. Um ein trygdarhending verður staðfest, so hevur luttakarin skyldu at gera neyðugar ábøtur, fyri at tryggja framhaldandi rakstur.
Gerst myndugleikin varugur við, at møgulig trygdarbrot eru framd á kervi ella skipanir tess, t.d. virus álop, hakking o.s.fr., skal myndugleikin alt fyri eitt boða Heldardeplinum frá hesum.
5. Stýring av atgongd til vevtænastur
Tá ein luttakari er knýttur í Heldina, hevur hann sjálvur ábyrgdina av at stýra atgongd og rættindum hjá vevtænastubrúkarum. Hetta verður fyrst og fremst sett upp í trygdarambætaranum, men um tað er neyðugt, kann ein neyvari stýring eisini gerast í KT-skipanini hjá luttakaranum.
Loyvini, sum verða givin í trygdarambætaranum, siga bert, hvør stovnur sleppur inn at gera ein ávísan fyrispurning, men kunnu ikki avgera, hvørt starvsfólk ella brúkari hjá einum myndugleika, stovni ella virki fær atgongd til eina ávísa vevtænastu ella dátu. Tí kann ein neyvari stýring vera neyðug í KT-skipanini hjá luttakaranum. Tað er ábyrgdin hjá luttakaranum at avgera, hvussu neyva stýring av atgongd er neyðug til eitt ávíst endamál.