Fyri at knýta tykkara Kt skipan í Heldina, skalt tú senda Talgildu Føroyum umsókn um at knýta í Heldina, umsóknin er at finna í leinkinum niðanfyri
Umsóknin skal sendast undirskrivað til talgildu@talgildu.fo
Heldin knýtir KT-skipanir hjá stovnum og fyritøkum saman. Hon ger tað møguligt at senda og heinta upplýsingar trygt millum skipanir, so tær kunnu brúkast í talgildum tænastum uttan at verða skrásettar av nýggjum.
Far til Heldarumsiting
Heldin er ein felags og tryggur samskiftispallur, sum knýtir kt-skipanir hjá stovnum og fyritøkum saman. Við Heldini kunnu skipanir senda og heinta dátur beinleiðis sínámillum. Samskiftið er bronglað, skipað og kann skjalprógvast.
Fyri at knýta tykkara Kt skipan í Heldina, skalt tú senda Talgildu Føroyum umsókn um at knýta í Heldina, umsóknin er at finna í leinkinum niðanfyri
Umsóknin skal sendast undirskrivað til talgildu@talgildu.fo
Við at knýta tænastur í Heldina, verða hesar treytir og tænastustig góðtikin.
Treytirnar eru galdandi frá 20. mars 2025.
Stovnar og virkir, ið brúka Heldina rinda fyri at binda í Heldina og eitt árligt rakstrargjald. Eingin transaktiónskostnaður er á dátuflutninginum á Heldini. Almennir stovnar rinda ikki rakstrarkostnað fyri Heldina.
Í bindingargjald fyri at knýta í Heldina er 5.000 kr.
Rakstrarkostnaðurin fyri Heldina er býttur í tríggjar bólkar. Niðanfyri er lýsing av støddarkriteriunum.
Umsetningur árliga | Starvsfólkatal | Árligur kostnaður | |
Bólkur 1 | undir 10 mió. kr. | undir 10 | 2.490 kr. |
Bólkur 2 | 10 til 50 mió. kr. | 10 til 50 | 4.979 kr. |
Bólkur 3 | yvir 50 mió kr. | yvir 50 | 7.469 kr. |
Set teg í samband við Talgildu Føroyar, um tú vilt vita meira um, hvussu tú knýtir í Heldina.
Heldarumsitingin er eitt amboð hjá luttakarum at síggja yvirlit yvir síni viðurskifti á Heldini.
Her kunnu oyðubløð o.a. avgreiðast umvegis skipanina talgilt. Eisini verða trygdarambætarar, sertifikatumbønir og tilhoyrandi sertifikatir avgreidd umvegis umsitingina.
Far til Heldarumsitingin á www.heldin.fo
Ein held er ein klingra av veðrahorni ella viði, ið frá gamlari tíð hevur verið brúkt at bera hoyggj. Reip verða knýtt í heldina og bundin um byrðuna, sum soleiðis hongur saman. Við eini held ber til at bera meiri.