Úrslit:

    Fráboðanir

      Talgildur 20240037

      Um Løn landsins

      Løn Landsins er deildin á Gjaldstovuni, sum arbeiðir við løn og lønartænastum.

      Vit hjálpa tær við spurningum um løn og vegleiða teg í tænastunum, sum hoyra til lønarøkið. Endamálið er at gera tað lætt hjá tær at finna røttu kunningina og loysa uppgávur, sum hava samband við løn.

      Virksemið hjá Løn landsins

      Virksemið er millum annað, at:

      • Menna og umsita Lønarskipan landsins

      • Umsita vaktarskipan

      • Útgjalda lønir

      • Skráseta setanir og setanarbroytingar

      • Umsita tænastumannaeftirlønir

      • Ráðgeva um lønarviðurskifti

      • Løn á Vanganum

      • Lønarleiðslukunning


      Løn landsins í tølum

      Hvønn mánað rinda vit løn til umleið 10.000 fólk.

      Árliga er talan um stívliga 4 milliardir krónur í lønum og eftirlønum

      Lønirnar verða útgoldnar eftir sáttmálum við 32 fakfeløg.