Vaktætlan
Vaktætlan er ein talgild loysn til arbeiðstíðar- og vaktarumsiting. Tænastan ger tað lætt hjá stovnum at leggja og umsita arbeiðsætlanir hjá starvsfólkum, sum arbeiða í skiftandi vaktum.
Vaktætlan er ein talgild loysn til arbeiðstíðar- og vaktarumsiting. Tænastan ger tað lætt hjá stovnum at leggja og umsita arbeiðsætlanir hjá starvsfólkum, sum arbeiða í skiftandi vaktum.
Við Vaktætlan kunnu stovnar skipa vaktir, skráseta arbeiðstíð og hava eitt samlað yvirlit yvir arbeiðsætlanir og manning. Loysnin stuðlar undir eina smidliga umsiting og tryggjar, at upplýsingar um arbeiðstíð eru lætt at arbeiða víðari við í sambandi við lønarviðgerð.
Vit veita ráðgeving, stuðul og umsiting í sambandi við skipanina, so stovnar fáa eina álítandi loysn til dagligu vaktarplanleggingina.
Tænastur innan Vaktætlan:
Planlegging av vaktum og arbeiðstíð
Yvirlit yvir manning og arbeiðsætlanir
Skráseting av arbeiðstíð
Ráðgeving og hjálp til brúkarar