Úrslit:

    Fráboðanir

      Løn­arumsi­ting

      Vit umsita lønir hjá almennum stovnum, kommunalum eldrasamstørvum og øðrum almennum arbeiðsgevarum. Vit tryggja, at lønir, eftirlønir, frádráttir og aðrar lønargjaldingar verða skrásettar og avgreiddar rætt og til tíðina.

      Løn á Vanganum
      Talgildur9343

      Vit veita tænastur, ið gera tað lætt hjá stovnum at umsita starvsfólk og lønarviðurskifti. Gjøgnum okkara lønarskipanir kunnu stovnar skráseta setanir, broytingar og útgjøld, meðan vit tryggja, at lønarkoyringar og útgjaldingar verða framdar sambært galdandi reglum og sáttmálum.

      Samstundis veita vit ráðgeving og stuðul í sambandi við lønarviðurskifti, soleiðis at stovnar hava eina álítandi og professionella umsiting at styðja seg til. Hvønn mánað umsita vit løn til fleiri túsund starvsfólk, og á Vanganum hava lønmóttakarar altíð atgongd til síni lønaryvirlit og aðrar lønarupplýsingar.

      Hetta gera vit:

      • Menna og umsita Lønarskipan landsins

      • Umsita vaktarskipan

      • Útgjalda lønir

      • Skráseta setanir og setanarbroytingar

      • Umsita tænastumannaeftirlønir

      • Ráðgeva um lønarviðurskifti

      • Løn á Vanganum

      • Lønarleiðslukunning