Úrslit:

    Fráboðanir

      Talgildur 20240102

      Løn á Vanganum

      Tú kanst síggja lønarupplýsingar á Vanganum. Tú fært ikki bara lønarseðilin í Mínboks – men tú kanst eisini leita fram lønarupplýsingar á veitarasíðuni hjá Gjaldstovuni. Har sært tú víðkað yvirlit við enn fleiri upplýsingum enn á lønarseðlinum.

      Hvat finnur tú á Vanganum?
      • Skjótt yvirlit yvir seinastu lønirnar

      • Savnað yvirlit yvir ta løn, tú hevur fingið frá almennum stovnum og eldrasamstørvum

      • Upplýsingar um setan, sáttmála, lønarstig, fakfelag, feriu og annað

      • Árligu útgjøldini, har tú eisini kanst bera tey saman ár fyri ár

      • Útgjøldini mánað fyri mánað, savnað í einum yvirliti.

      Hvar finnur tú lønarupplýsingar?

      Á Vanganum fert tú undir tænastuveitarar og velur Gjaldstovuna.

      Tú kanst eisini trýsta á leinkið niðanfyri:

      Gjaldstovan á Vanganum

      Hví eru lønarupplýsingar á Vanganum?

      Gjaldstovan umsitur lønina hjá stórt sæð øllum almennum stovnum og øllum eldrasamstørvunum. Hetta fevnir um 1/3 av øllum starvsfólkum í Føroyum.

      At vísa hesar upplýsingarnar á Vanganum er ein liður í okkara arbeiði at tryggja gjøgnumskygni í tær dátur, sum eru í landsins skipanum.

      Við at savna lønarupplýsingarnar á Vanganum gerst tað lættari og greiðari hjá tær at fáa yvirlit yvir lønir og setanir.

      Hvat er 'Afturhildið arbeiðsgevari'?

      Hetta er tað, sum verður drigið av lønini, t.d. limagjald, kantinugjald og tryggingargjald.

      Hvat er 'Forvunnin upphædd'?

      Hetta er tað, sum verður útgoldið, tá ið 'Afturhildið arbeiðsgevari' er drigið av.

      Hvat er 'Skattaskyldug inntøka'?

      Hetta er inntøkan, sum er skattaskyldug, undantikið tað, sum er 'skattafrítt'.

      Hvat er skattafrí upphædd?

      Hetta er inntøka, sum ikki er skattaskyldug, t.d. tænastubúni og ferðaendurgjald.