Úrslit:

    Fráboðanir

      Um Lands­rokn­skapin

      Gjaldstovan ger almenna roknskapin. Hann gevur eitt samlað yvirlit yvir roknskapirnar hjá landinum, sosialum grunnum, kommunum, kommunalum samstørvum og almennum fyritøkum.

      Almenni roknskapurin byggir á eitt tilmæli frá OECD frá 2020. Allar eindir, sum eru við í almenna roknskapinum, gera mánaðarroknskap. Roknskapartølini eru tøk í Leiðslukunningarskipanini.

      Fýra partar í almenna roknskapinum

      Almenni roknskapurin er býttur í fýra partar:

      1. Landið, landsroknskapurin
        Budgetary Central Government

      2. Sosialir grunnar
        Social Security

      3. Kommunur og kommunal samstørv
        Local Government, Municipalities

      4. Almennar fyritøkur
        Enterprises

      Gjaldstovan savnar roknskapirnar

      Tá ið Gjaldstovan ger almenna roknskapin, savna vit roknskapirnar hjá teimum ymisku eindunum í ein samlaðan roknskap. Hetta verður nevnt konsolidering.

      Í hesum arbeiðinum taka vit flytingar millum almennar eindir úr roknskapinum. Hetta verður nevnt eliminering. Endamálið er at tryggja, at sama inntøka ella útreiðsla ikki verður tald við fleiri ferðir.

      Túsundtals flytingar verða gjørdar millum almennar kassar, og talan er um fleiri milliardir krónur. Gjaldstovan brúkar tí skipanir og eftirlit til at tryggja, at elimineringarnar eru rættar og tilsamans geva null.

      Um elimineringarnar ikki eru rættar, kann samlaða myndin av almennu inntøkunum og útreiðslunum verða skeiv.

      Gjaldstovan umsitur konsolideringartalvurnar, sum eru grundarlagið undir almenna roknskapinum.

      Landið og landsroknskapurin

      Ásetingarnar um landsroknskapin eru í stóran mun í roknskaparlógini og roknskaparkunngerðini.

      Stovnarnir góðkenna roknskapin mánaðarliga

      Gjaldstovan rekur Roknskapargóðkenningarskipanina, sum verður stytt RGS. Skipanin er ein partur av góðskustýringini av landsroknskapinum.

      Stovnarnir kanna og góðkenna mánaðarliga týðandi roknskaparviðurskifti. Endamálið er at tryggja, at roknskapurin er so rættur sum gjørligt.

      RGS hevur millum annað tænastur, sum gera tað møguligt at:

      • beinleiðis bora frá RGS til Leiðslukunningarskipanina

      • framskriva búskett

      • síggja broytingar í lønum í inniverandi tíðarskeiði

      Gjaldstovan ger eisini nógv eftirlit fyri at kanna, um roknskapurin er rættur. Roknskapardeildin ger viðmerkingar í skipanini til ávísar postar og viðurskifti, sum stovnarnir skulu taka støðu til.

      Tá ið roknskaparárið er liðugt, samskipar Gjaldstovan arbeiðið at gera endaliga landsroknskapin og fáa neyðugu upplýsingarnar til vega.

      Fíggjarmálaráðið leggur landsroknskapin fyri Løgtingið.

      Sosialir grunnar

      Nakrir sosialir grunnar føra bókhaldið beinleiðis í skipanini hjá Gjaldstovuni.

      Grunnar, sum hava egið bókhald, lata Gjaldstovuni rapportera mánaðarliga. Sosialu grunnarnir eru ikki partur av landsroknskapinum, men eru ein sjálvstøðugur partur av almenna roknskapinum.

      Kommunur og kommunal samstørv

      Gjaldstovan veitir kommununum tænastuna at lesa kommunuroknskapir inn í sentralu roknskaparskipanina. Kommunurnar brúka eina serliga kommunukontuætlan.


      Tá ið kommunurnar lesa roknskapartølini inn, kannar skipanin tølini við fleiri valideringum. Valideringarnar skulu tryggja, at upplýsingarnar eru samanhangandi og rætt skrásettar.

      Kommunuavrokningin

      Kommunuavrokningin er ein týðandi partur av fíggjarumsitingini hjá kommununum. Hon virkar sum ein clearingarskipan:

      • millum landið og kommunurnar

      • millum kommunurnar

      • millum kommunur og kommunal samstørv

      Ein stórur partur av búskapinum hjá kommununum fer tí ígjøgnum kommunuavrokningina.

      Í sambandi við kommunuavrokningina:

      • greiða vit kommununum frá, hvussu tær skulu bóka avrokningartransaktiónirnar.

      • kunnu vit skapa kommunuavrokningarbókingarfílur

      • kanna vit við valideringum tryggja, at avrokningarnar síggjast aftur í kommunuroknskapinum

      • kunnu kommunurnar skriva kommunuroknskapin út úr skipanini

      Gjaldstovan umsitur og viðlíkaheldur kommunalu kontuskipanina. Fíggjarmálaráðið umsitur kontustrongin, sum kommunurnar brúka til at seta kommunalu fíggjarætlanina upp.

      Kommunurnar skulu eisini leggja fíggjarætlanirnar í Búskettskipanina.

      Gjaldstovan viðlíkaheldur kommunalu kontuskipanina. Fíggjarmálaráðið umsitur kontustrongin til at seta upp kommunalu fíggjarlógina.

      Kommunal samstørv

      Sjálvstøðug kommunal samstørv, til dømis eldrasamstørv, verða roknað sum kommunur. Tey skulu tí seta roknskapin upp eftir somu meginreglum sum kommunurnar.

      Fleiri kommunal samstørv føra bókhaldið beinleiðis í skipanini hjá Gjaldstovuni.

      Almennar fyritøkur

      Almennar fyritøkur, til dømis tunnilsfeløgini, lata Gjaldstovuni mánaðarroknskap.

      Fyritøkurnar flyta roknskapartøl úr egnu skipanunum við einari kontubrúgv. Kontubrúgvin knýtir konturnar hjá fyritøkuni at kontunum í almenna roknskapinum. Fyritøkan umsitur sjálv kontubrúnna.

      Almennar fyritøkur seta roknskapin upp eftir kostnaðarmeginregluni. Landið og kommunurnar brúka hinvegin útreiðslumeginregluna.

      Gjaldstovan transformerar tí roknskapirnar hjá almennu fyritøkunum til útreiðslumeginregluna. Til hetta brúka vit serlig kontusett, so vit kunnu konsolidera almenna roknskapin. 

      Almennu fyritøkurnar hava ábyrgdina av, at roknskapirnir, sum tær lata Gjaldstovuni, eru rættir.