Úrslit:

    Fráboðanir

      Rokn­skapar­góðkenning

      Við Roknskapargóðkenningarskipanini kanst tú kanna og góðkenna týdningarmikil viðurskifti í mánaðarroknskapinum. Skipanin hjálpir stovninum at tryggja, at roknskapurin er so rættur sum til ber.

      Far til Rokn­skapar­góðkenn­ingar­skip­anina inni á BSL
      DSCF2370

      Gjaldstovan brúkar Roknskapargóðkenningarskipanina, RGS, sum grundarlag undir mánaðarroknskapinum hjá landinum. Stovnarnir kanna og góðkenna mánaðarliga týdningarmikil viðurskifti í skipanini.

      Úr RGS kanst tú fara beinleiðis til Leiðslukunningarskipanina, har roknskapartølini eru atkomulig. Í RGS kanst tú eisini:

      • framskriva búskett

      • síggja broytingar í lønum í inniverandi tíðarskeiði

      • taka støðu til serligar viðmerkingar frá roknskaparleiðaranum á Gjaldstovuni.

      Endamálið er at betra roknskapargóðkenningina og tryggja, at roknskapurin er so rættur sum til ber.

      Ársroknskapur 2026

      Her finnur tú tilfar um bókingar um ársskiftið og um ársroknskapin fyri 2026.

      Trýst á leinkjuna fyri at fáa vegleiðinga í samband við, at roknskaparárið endar.

      Yvirskipað skjal fyri ársroknskapin 2026.