Úrslit:

    Fráboðanir

      Leiðslu­kunn­ing

      Í Leiðslukunningarskipanini fært tú dagførd roknskapartøl og upplýsingar um almenna raksturin. Upplýsingarnar verða dagførdar hvønn dag. Atgongd til Leiðslukunningarskipanina er gjøgnum BSL.

      Far til Leiðslu­kunn­ingar­skip­anina inni á BSL
      DSCF3315 Okt

      Leiðslukunningarskipanin gevur leiðslum og starvsfólkum skjóta atgongd til dagførdar búskapar-, roknskapar- og lønardátur. Upplýsingarnar verða savnaðar úr Búskaparskipan Landsins og vístar á ein einfaldan og atkomiligan hátt.

      Skipanin gevur eitt betri grundarlag undir stýring, uppfylging og avgerðum við at gera týðandi dátur lættar at finna og greina. Upplýsingarnar kunnu sporast heilt frá yvirskipaðum yvirlitum niður til einstakar bókingar og skjøl.