Úrslit:

    Fráboðanir

      Kontuskipan landsins

      Kontuskipan landsins tryggjar, at almennir stovnar bóka útreiðslur og inntøkur á sama hátt. Hetta gevur eitt felags grundarlag fyri roknskap, greiningar, samanberingar og hagtalsligar uppgerðir.

      Far til Kontu­skip­anina
      DSCF2903 Okt

      Kontuskipanin verður nýtt í fíggjarstýringini hjá landinum og gevur sama leist fyri, hvussu fíggjarligar hendingar verða bókaðar. Tá ið allir stovnar nýta somu kontuskipan, verða upplýsingar skrásettar á einsháttaðan hátt, og tað ger tað lættari at fáa yvirlit og samanbera tøl tvørtur um stovnar og virksemi. 

      Kontuskipanin er bygd upp við fýra talstøðum. Fyrsta talstaðið vísir eitt standardiserað býti av útreiðslum og inntøkum, sum er lagað til tey hugtøk, ið verða nýtt í tjóðarroknskapinum og til onnur hagtalslig endamál.

      Á hesi síðuni finnur tú yvirlit, vegleiðingar og annað tilfar um kontuskipanina, kontustrongir og útgreiningar. Tað hjálpir tær at finna rætta kontu og tryggja, at bókingar verða gjørdar sambært galdandi leisti