Úrslit:

    Fráboðanir

      Kom­munu­millum­rokn­ing

      Við Kommunalu millumrokningarskipanini kanst tú skráseta og fylgja búskaparligum flytingum millum kommunur, kommunal samstørv og líknandi eindir. Á síðuni finnur tú eisini upplýsingar um kommunuavrokning, kommunuroknskap, Leiðslukunning og skuldarmark.

      Far til Kom­munu­millum­rokn­ing inni á BSL
      DSCF3370Gjaldstovan Okt

      Kommunala millumrokningarskipanin, KMR, verður brúkt til at avgreiða búskaparligar flytingar millum kommunur, kommunal samstørv og líknandi eindir.

      Í skipanini kanst tú:

      • skráseta og broyta útgjøld

      • skráseta og broyta krøv

      • síggja yvirlit yvir útgjøld og inngjøld

      • síggja kontuavrit.

      Skipanin er ment við støði í reglunum um skráseting og fráboðan av búskaparligum flytingum millum kommunur, kommunal samstørv og líknandi eindir.

      Kommunuavrokning

      Gjaldstovan heldur skil á pengastreyminum millum landið og kommunurnar. Avroknað verður mánaðarliga, og kommunan fær eitt útgreinað kontuavrit sum grundarlag undir avrokningini. 

      Kontuavritið vísir:

      • hvat slag av inntøku ella útreiðslu talan er um

      • hvørjar upphæddir eru avroknaðar

      • hvør avrokningin er fyri mánaðin. 

      Kommunuskattur verður millum annað fluttur til kommunurnar, og kommunurnar rinda millum annað sín part av rentustuðlinum til landið. Gjaldstovan kann eisini flyta pengar beinleiðis til kreditorar hjá kommununum, til dømis lánikreditorar.

      Kommunuroknskapur

      Gjaldstovan tekur ímóti kommunuroknskapartølum og lesur tey inn í eina sentrala skrá. Tølini verða latin inn eftir eini serligari kommunukontuætlan.

      Tá ið tølini verða lisin inn, verða upplýsingarnar kannaðar. Eitt nú verður kannað, um tað, sum landið hevur avroknað í kommunuavrokningini, eisini sæst aftur í mánaðarroknskapinum hjá kommununi.

      Kommunurnar kunnu útskriva kommunuroknskapin úr skipanini. Gjaldstovan umsitur og viðlíkaheldur kommunalu kontuskipanina, meðan Fíggjarmálaráðið umsitur kontustrongin, sum verður brúktur til at seta kommunalu fíggjarlógina upp. 

      Upplýsingar í Leiðslukunning

      Í Leiðslukunning eru serligar vísingar til kommunurnar. Har kanst tú millum annað síggja:

      • árs- og mánaðarroknskapir fyri egnu kommunu og aðrar kommunur

      • rørslur á kommunalu millumrokningini

      • hvørjar upphæddir eru í millumrokningini í einum ávísum tíðarskeiði

      • útistandandi skatt hjá kommununi, býtt eftir skattaslagi og skattaári

      • hvat kommunan skal seta av í skatti

      • samanberingartøl millum kommunur, har roknskaparpostar verða býttir eftir demografiskum hagtølum.

      Kommunur í Leiðslukunning vísir eisini kommununummarið til kommunuavrokningina og, har tað er skrásett, greinarnummarið til roknskapin hjá kommununi.

      Skuldarmark hjá kommunum

      Skuldarmarkið ásetur, nær ein kommuna skal hava loyvi frá landsstýrismanninum til lántøku ella til at broyta lánitreytir. Loyvi krevst, um nettoskuldin er størri enn eina álíkning eftir einum skattaprosenti, sum landsstýrismaðurin ásetur árliga.

      • Inntøkugrundarlagið fevnir um:

      • persónsskatt, eisini nevndur kommunuskattur

      • skatt av eftirløn

      • endurgjald vegna DIS, FAS og frádráttir.

      Persónsskatturin verður roknaður við einum satsi á 23 prosent, uttan mun til skattaprosentið hjá einstøku kommununi. Partafelagsskattur verður ikki roknaður upp í inntøkugrundarlagið.

      Nettoskuldin verður roknað sum samlaða skuldin frádrigin umsetilig ogn. Støðisogn er ikki partur av útrokningini.