Úrslit:

    Fráboðanir

      Lands­rokn­skapir

      Landsroknskapurin fevnir um allar landsstovnar, t.e. øll aðalráð, stovnar teirra, serligar grunnar o.a., og harumframt eisini sjálvsognarstovnar, sum eru á játtanarlóg javnbjóðis teimum veruligu landsstovnunum.

      Landsroknskapurin skal í uppsetingini fylgja fíggjar- og eykajáttanarlógum fyri tað árið, talan er um, og skal fevna um allar inntøkur og útreiðslur landsins fyri farna fíggjarár, aktiv og passiv landsins og broytingarnar hesum viðvíkjandi í árinum.

      Partafeløg o.t., sum landið eigur, verða bert tikin við undir ogn.

      Her á síðuni finnur tú bæði nýggjast landsroknskapin og søguliga savnið aftur til 1921.