Deild
Landsroknskapur
Landsroknskapurin tryggjar eitt álítandi og rættstundis yvirlit yvir roknskapin hjá landinum. Vit stuðla stovnum og stjórnarráðum í roknskapararbeiðinum og savna upplýsingarnar í ein felags roknskap fyri landið.

Landsroknskapurin
Fleiri tættir eru við til at tryggja, at lands- og kommunuroknskapirnir eru eftirfarandi. Millum hesar eru tænasturnar, sum eru lýstar fyri høgru.
Í Leiðslukunningarskipanini fært tú dagførd roknskapartøl og upplýsingar um almenna raksturin.
Við Roknskapargóðkenningarskipanini kanst tú kanna og góðkenna týdningarmikil viðurskifti í mánaðarroknskapinum.
Við Kommunalu millumrokningarskipanini kanst tú skráseta og fylgja búskaparligum flytingum millum kommunur, kommunal samstørv og líknandi eindir.
Kontuskipan landsins tryggjar, at almennir stovnar bóka útreiðslur og inntøkur á sama hátt.