Úrslit:

    Fráboðanir

      Um KT landsins

      KT landsins er deild hjá Gjaldstovuni, sum hevur til uppgávu at veita almennum stovnum kt tænastur og samskipan av kt á yvirskipaðum stigi, so tað almenna fær munadyggar kt loysnir.

      Servicevindeygu

      Fyri at kunna lúka krøvini í SLA við stovnin er neyðugt at dagføra útgerðina á Landsneti ​leypandi. Dagføringin verður gjørd í sonevndum "servicevindeygum". Tvey sløg av servicevindeygum eru:

      Planløgd servicevindeygu

      • 1. vika í mánaðinum: Týskvøld og fríggjakvøld frá kl. 17.30 - 19.30

      • 2. vika í mánaðinum:  Týskvøld og fríggjakvøld frá kl. 22.30 - 00.30

      • 3. vika í mánaðinum:  Týskvøld og fríggjakvøld frá kl. 17.30 - 19.30

      • 4. vika í mánaðinum:  Mikunátt frá kl. 00.00 - 05.00

      • 5. vika í mánaðinum: Týskvøld frá kl. 22.30 - 00.30, tá 5 týsdagar eru í einum mánaði. Fríggjakvøld frá kl. 22.30 - 00.30, tá 5 fríggjadagar eru í einum mánaði

      Í serligum førum (ad-hoc)

      Umframt fastar tíðir, sum verða brúktar til umlegging, verður í undantaksføri eisini neyðugt at gera sonevnd ad-hoc servicevindeygu. Vit kunna um hesi í góðari tíð, so stovnurin fær lagt sítt virksemi til rættis eftir hesum.

      Okkara kundar

      KT landsins veitir tænastur til:

      • Stjórnarráðini

      • Stovnar, ráð og grunnar undir øllum stjórnarráðum

      • Allar landsins fólkaskúlar og nærum allar hægri lærustovnar

      • Eldrasamstørv kring landið

      Brúkararáðið