Við fundarskipanini kanst tú trygt og lætt geva borgarum og samstarvsfeløgum atgongd til skjøl úr Skjalhaldi umvegis Teams.
Funkur í Skjalhaldi
Fyrimunur við Skjalhaldi er, at tað er knýtt í ymsar skipanir, og tú kanst keypa tænastur afturat.
Fundarskipan
Innlitsmodul
Við innlitsmoduli fært tú skjótari og rættari givið innlit í mál. Innlitsmálið verður knýtt at upprunamálinum.
Er innlit givið í eitt mál áður, sæst hvat innlit er givið í. Her síggjast viðmerkingar og útstrikingar í sambandi við innlitsumbønir.
Hagtøl
Við standardvísing av hagtølum gjørd í PowerBI, hevur tú eitt gott leiðsluamboð. Her hevur tú nevyt innlit í alt virksemið á tínum stovni.
Hagtølini kunnu tillagast tínum tørvi.
Mínboks
Við Skjalhaldi kanst tú á ein tryggan og smidligan hátt senda skjøl millum stovn og borgara umvegis Mínboks. Loysnin ger tað møguligt at senda skjøl og boð frá stovninum til borgaran, og borgarin kann á sama hátt senda skjøl og upplýsingar aftur til stovnin. Hetta ger samskiftið einfaldari, skjótari og tryggari fyri báðar partar.
Vangin
Skjalhald stuðlar møguleikanum at vísa útvald skjøl á Vanganum. Við hesum kunnu borgarar á ein tryggan hátt fáa atgongd til skjøl og upplýsingar, sum viðvíkja teirra viðurskiftum við myndugleikarnar.