Úrslit:

    Fráboðanir

      Skjalhald

      Skjalhald er felags journalskipan til almennar stovnar, ráð, kommunusamstørv og skúlar.

      DSCF2370

      Skjalagoymsla

      Skjalagoymsla er ein grundleggjandi partur av almennu fyrisitingini. Við at skráseta og goyma skjøl og avgerðir verður gjøgnumskygni styrkt, og innlit verður tryggjað bæði nú og í framtíðini.

      Felagsloysn

      Skjalhald er felags journalskipan til almennar stovnar, ráð, kommunusamstørv og skúlar. Skipanin tryggjar eina skipaða og einsháttaða málsviðgerð og hjálpir við at goyma og umsita skjøl í samsvari við galdandi krøv um dátuvernd og trygd.

      Felagsloysnin ger tað møguligt at menna og tillaga skipanina til føroyskar tørvir. Skjalhald er millum annað knýtt at Vanganum, Mínboks og Landsfólkayvirlitinum og er umsett til føroyskt.

      Skjalhald Funkur Nýtt

      Funkur í Skjalhaldi
      Avhenda til Tjóðskjalasavnið

      Tá skjølini úr Skjalhaldi skulu avhendast til Tjóðskjalasavnið, verður hetta gjørt  savnað og samskipað fyri allar stovnar og skúlar. Hetta ger, at arbeiðið verður einfaldari og krevur minni umsiting hjá hvørjum einstøkum stovni og skúla. Tó skulu stovnar og skúlar í Skjalhaldi verða við at fyrireika og fremja avhendingina av teirra skjølum. 

      Gjaldsyvirlit

      Sum limur í  Landsneti ella Skúlaneti ber til hjá tær, sum hevur atgongd til Billing skipanina at síggja kostnaðin hvønn mánaða fyri tín stovn ella skúla. Her er eitt greitt yvirlit yvir gjøldini og brúkarar.

      Skjalhald á føroyskum

      Skjalhald er á føroyskum, og hetta er fyrsta útlendska kt skipanin, sum er týdd til føroyskt. Hetta var eitt megnararbeiði, sum varð gjørt í tøttum samstarvi við skjalavørðir í miðfyrisitingini, sum hava neyðuga fakliga innlitið. Hetta lættir nógv um hjá øllum, sum dagliga arbeiða í Skjalhaldi, og samstundis er tað stórt og týðandi framstig fyri føroyska málið.