At hava røttu telduna er avgerandi fyri at avrika væl og røkka góðum úrslitum. Teldan skal vera trygg og hava neyðugan kapasitet. Kundin keypir telduna sambært rammusáttmála, sum Keyp landsins hevur gjørt við veitara. Vit fyrireika sjálvvirkandi uppseting av telduni, og tú fært lættliga atgongd til eina trygga, góða og standardiseraða arbeiðsteldu.
Veitingin fevnir í høvuðsheitum um:
Trygga, bronglaða teldu
Antivirus forrit
Uppseting av telduútbúnaði, sum hóskar til tína kt-arbeiðsstøð
Kt-hjálp til ritbúnað og felags skipanir
Dagføringar av ritbúnaði á telduni