Øll trygdarviðurskifti og allar tøkniligar og fyrisitingarligar veitingar hjá Landsneti eru í samsvari við galdandi lóggávu, rundskriv og byggja á ISO/IEC 27001.
KT trygd
KT trygd er ein hornasteinur í Landsneti, Skúlaneti og Skjalhaldi. Við nútímans trygdarloysnum og greiðum mannagongdum arbeiða vit fyri at verja móti hóttanum og tryggja støðugan rakstur. Samstundis menna og tillaga vit støðugt okkara trygdarloysnir, tí hóttanarmyndin broytist alla tíðina.
Fyrisitingarlig trygd
Tøknilig trygd
Vit hava fleiri tøkniligar trygdarskipanir, so sum spamverju, antivirus, firewall umframt aðrar verjuskipanir. Harumframt halda vit okkum til somu krøv, sum danskir myndugleikar gera.
Vit hava avtalu við ein nettrygdareftirlitsdepil, sum tryggjar, at vit allan sólarringin kunnu vaka yvir teldum, skipanum og øllum Landsnet umhvørvinum. Hetta hevur við sær, at um nakað illgrunasamt hendir, fær KT landsins boð alt fyri eitt.
Sostatt kunnu vit bera okkum skjótt at, og verja skipanir og teldur móti møguligum hóttanum á netinum.
Harafturat verður vitlíki eisini nýtt til at varnast óvanligt samskifti á Landsneti, so vit kunnu verja okkum í móti trygdarhóttanum og trygdarhendingum.
Trygdarpakkin
Við Trygdarpakkanum fáa kundarnir eina árliga trygdarskoðan, sum byggir á innanhýsis kt-trygdarvirksemi hjá stovninum.
Eisini standa vit fús at ráðgeva um, hvussu møgulig frávik og tilmæli kunnu handfarast.
Dátuvernd
Tit, sum hava ábyrgdina av teimum persónupplýsingum, sum vit viðgera fyri tykkum, eru dátuábyrgdari, og vit eru dátuviðgeri. Partarnir gera eina dátaviðgeraravtalu, sum lýsir ábyrgd og skyldur hjá báðum pørtum. KT landsins viðger einans persónsupplýsingar eftir avtalu við stovnin og tryggjar, at hóskandi tøknilig og fyrisitingarlig trygdartiltøk eru sett í verk.