Úrslit:

    Fráboðanir

      Um Bú­skapar­skipan landsins

      Búskaparskipan Landsins umsitur og mennir felags búskaparskipanina hjá almennum og kommunalum stovnum. Vit tryggja, at stovnar hava álítandi og tíðarhóskandi amboð til bókhald, løn, gjaldingar og roknskap.

      BSL er samstundis ein týdningarmikil dátukelda, sum gevur stovnum atgongd til rættar og dagførdar búskaparupplýsingar. Hetta ger tað lættari hjá leiðslum og starvsfólki at fylgja við fíggjarstøðuni, taka upplýstar avgerðir og tryggja eitt gott grundarlag undir roknskapi, stýring og frágreiðingum.

      Okkara uppgáva er at reka, menna og samskipa skipanirnar, sum eru grundarlagið undir almenna roknskaparverkinum og teimum fíggjarligu avgerðunum hjá landinum. Vit arbeiða støðugt við at gera arbeiðsgongdir einfaldari, tryggari og meira sjálvvirkandi fyri brúkararnar.

      BSL fevnir um fleiri skipanir og tænastur, sum hjálpa stovnum at umsita fíggjarviðurskifti, lønir, rokningar, ferðauppgerðir, budgeting og aðrar kjarnuuppgávur innan búskaparstýring.

      Trýst á leinkjuna fyri at eina virkna lýsing av Búskaparskipan landsins.

      Lýsing av Búskaparskipan landsins