Úrslit:

    Fráboðanir

      BSL

      BSL er felags búskaparskipanin hjá almennum og kommunalum stovnum. Her fáa stovnar atgongd til skipanir og dátur, sum stuðla undir bókhald, løn, gjaldingar og roknskap.

      Far til BSL
      DSCF3402 Okt

      Skipanin stuðlar undir bókhald, løn, gjaldingar og roknskap og gevur samstundis atgongd til álítandi og dagførdar búskapardátur.

      Við BSL fáa stovnar eitt trygt grundarlag undir dagligari umsiting, fíggjarstýring og frágreiðing, meðan arbeiðsgongdir verða einfaldari og meira samanhangandi.

      Hvørjar skipanir og tænastur eru í BSL?

      Í BSL fært tú atgongd til skipanir og tænastur, sum lætta um arbeiðið hjá stovninum. Tær eru:

      • RVG - Rokningarverkgongd.

      • Høvuðsbók

      • Web-raport

      • RSG - Roknskapargóðkenningarskipanin.

      • KMR - Kommunumillumrokning.

      • LKS - Leiðslukunningarskipanin.

      • SFS - Skúlaforskipanin.

      • LØN - Lønarkunning.

      • APEX - Úttrekk og smærri skipanir.

      • FERÐING - Ferðaavrokning.

      • FIGS

      • DEBITOR

      • FSL-KASSI

      • RMS - Roknskaparmiðstøðin.

      • INT KONT - Innanhýsis kontuskipan.

      • BMS - Bóking millum stovnar.

      • Búskett 

      • Afturhald - Afturhald gjøld.

      • Vaktætlan

      • OGN - Ognarskráseting.

      Frágreiðing um skipanir í BSL

      FSL-skipanin
      FSL stendur fyri Fíggjarstýringsskipan Landsins. Í skipanini verða roknskapardátur savnaðar og viðgjørdar, so til ber at gera ein fullfíggjaðan almennan roknskap.

      FSL byggir á Oracle eBusiness Suite og fevnir um høvuðsbók, debitorar, kreditorar og ognir. Harumframt eru fleiri serligar loysnir mentar til føroyska almenna geiran.

      Høvuðsbók
      Í Høvuðsbók verða allar roknskaparskrásetingar savnaðar. Her verða eisini játtanirnar á fíggjarlógini skrásettar.

      Høvuðsbók fevnir um fýra roknskapardømi:

      Fíggjarlógarroknskapurin, sum savnar játtanir og bókingar úr undirliggjandi roknskapardømum

      Landskassaroknskapurin, har dagliga bókhaldið hjá landinum og tilknýttum stovnum verður skrásett

      Kommunuavrokningin, sum heldur skil á flytingum millum land og kommunur

      Kommunuroknskapurin, sum vísir samlaða roknskapin hjá kommununum

      Debitor
      Í Debitor skráseta stovnar krøv móti borgarum og virkjum. Krøvini kunnu til dømis vera gjøld fyri tænastur ella lógarásett gjøld.

      Kreditor
      Í Kreditor verða rokningar frá veitarum skrásettar og goldnar. Rokningarnar verða fyrst viðgjørdar í Rokningaverkgongdini og síðan fluttar sjálvvirkandi til Kreditor.

      Ognir
      Í ognarskipanini verða ognir landsins skrásettar og umsittar sambært galdandi roknskaparreglum.

      Aðrar loysnir

      Rokningaverkgongd
      Rokningaverkgongdin verður brúkt til at viðgera og góðkenna rokningar frá veitarum. Rokningarnar verða viðgjørdar av einum góðkennara og einum leysgevara, áðrenn tær verða skrásettar í Kreditor.

      Búskett
      Í Búskett verður fíggjarlógin fyrireikað. Fíggjarmálaráðið og aðalráðini nýta skipanina til at gera og viðgera uppskot til játtanir.

      Útgjald
      Útgjaldsskipanin tekur ímóti útgjøldum frá almennum skipanum og sendir tey til peningastovnarnar. Skipanin kann millum annað kanna tøkan pening, kontur og p-tøl, áðrenn útgjøldini verða framd.

      FIGS
      FIGS stendur fyri Felags inngjaldsskipan. Skipanin skrásetir inngjøld til almenn krøv og lesur kontuavrit frá peningastovnunum inn elektroniskt. Hetta tryggjar, at inngjøld verða skrásett rætt í bókhaldinum.

      Vegskattur
      Vegskattaskipanin verður brúkt til at skráseta og krevja inn vegskatt. Skipanin kann senda krøv og áminningar gjøgnum gjaldsskipanina hjá peningastovnunum.

      Individ
      Individ er ein felags skrá við upplýsingum úr landsfólkayvirlitinum og partafelagsskránni. Upplýsingarnar verða nýttar til at stovna og dagføra debitorar og kreditorar.

      Lønarskipanin
      Lønarskipanin savnar lønarumsitingina hjá landinum í einari felags skipan. Hon stuðlar millum annað talgildum samskifti við fakfeløg og eftirlønarveitarar og avgreiðir lønarseðlar talgilt.

      Leiðslukunning
      Leiðslukunning vísir roknskapar-, fíggjarætlanar- og lønardátur úr Búskaparskipan Landsins á ein lættan og atkomiligan hátt. Skipanin gevur leiðslum eitt betri grundarlag undir stýring og avgerðum.

      Roknskapargóðkenning
      Roknskapargóðkenningarskipanin, RGS, verður brúkt til at góðskutryggja almenna roknskapin. Stovnsroknskapir verða góðkendir mánaðarliga á teimum viðkomandi leiðslustigunum.

      Hvussu fái eg atgongd til BSL?

      Leiðslan á tínum stovni gevur tær atgongd til tær skipanir og tænastur í BSL, sum tú hevur rætt til.

      Hví síggi eg ikki allar skipanirnar á BSL

      Tú sær bara skipanirnar, sum stovnsleiðslan gevur tær atgongd til.