Úrslit:

    Fráboðanir

      Um Bókhald landsins

      Vit umsita og ráðgeva millum annað um: 

      • debitorar  

      • kreditorar 

      • FIGS, sum fevnir um inngjøld og bóking av bankum 

      • høvuðsbók 

      • ferðaavrokningarskipanina 

      • BMS, sum er bóking millum stovnar 

      • RVG, sum er rokningarverkgongdin 

      • Rokningarportalin 

      Kontuskipan landsins

      Kontuskipan landsins er felags kontuskipanin hjá tí almenna. Hon tryggjar, at almennir stovnar skráseta bókhald eftir somu meginreglum og á røttu standardkontur. Kontuskipanin knýtur bókhaldið hjá stovnunum saman við fíggjarlógina. 

      Útgjaldsskipanin

      Útgjaldsskipanin er felags skipanin, sum almennir stovnar brúka til at gjalda pengar úr landskassanum. Hon virkar sum almenni bankin hjá stovnunum. 

      Skipanin tekur ímóti gjaldingum frá ymiskum fakskipanum og sendir tær víðari til Bektflytingarskipanina. Har verða upplýsingarnar kannaðar, áðrenn gjaldingarnar verða avgreiddar til peningastovnarnar. 

      Útgjaldsskipanin tryggjar, at eingin kann broyta eina gjalding, frá tí at hon verður latin úr fakskipanini, til hon er komin í peningastovnin. Hetta gevur eina trygga og samanhangandi transaktiónsslóð. 

      Við Útgjaldsskipanini sleppa stovnarnir undan at: 

      • hava gjaldføri standandi 

      • samráðast við peningastovnarnar um rentutreytir 

      • gera bankaavstemmingar 

      • umsita gjaldingar í heimabanka 

      Gjaldstovan tekur sær av hesum uppgávunum og veitir eisini fyrstu hjálp, tá ið borgarar, virki ella stovnar hava spurningar um gjaldingar. 

      Verður ein gjalding avvíst, til dømis tí eitt p-tal ella kontunummar ikki finst, tryggja serligar mannagongdir, at gjaldingin verður avgreidd. Allar broytingar verða skjalfestar, so transaktiónsslóðin verður varðveitt.