Síðan 2018 hevur tað verið lógarkrav, at veitarar senda landinum talgildar rokningar. Almennir stovnar skulu samstundis tryggja, at kravið verður fylgt.
Kravið er ásett í:
Løgtingslóg nr. 56 frá 10. mai í 2017 um talgildar rokningar
Kunngerð nr. 130 frá 21. august í 2017 um talgildar rokningar
Fær ein almennur stovnur eina rokning við telduposti ella vanligum posti, skal stovnurin senda hana aftur til veitaran og biðja um eina talgilda rokning.
Ein stovnur kann ikki brúka møguleikan „innanhýsis skjal“ sum frávik frá lógarkravinum.