Úrslit:

    Fráboðanir

      Ferða­av­rokn­ing

      Í skipanini kanst tú skráseta arbeiðsferðir uttanlands og søkja um endurgjald fyri útreiðslurnar. Leiðarar góðkenna umbønirnar í skipanini.

      Far til Ferða­av­rokn­ing inni á BSL
      DSCF2598 Okt

      Ferðaavrokning er talgilda loysnin til at skráseta og avgreiða arbeiðsferðir. Við skipanini kunnu starvsfólk skjótt og trygt senda inn ferðaútreiðslur, meðan stovnar fáa eina einfalda og gjøgnumskygna arbeiðsgongd fyri góðkenning og avrokning.

      Skipanin tryggjar, at ferðaútreiðslur verða handfarnar á ein samanhangandi hátt og at upplýsingar verða skrásettar beinleiðis í BSL.

      Tá ið tú ferðast uttanlands í tænastuørindum

      Henda vegleiðingin er til tín, sum arbeiðir hjá landinum og fert á tænastuferð uttanlands. Her sært tú, hvat tú skalt gera:

      • áðrenn tú fert

      • meðan tú ert burtur

      • tá ið tú gert ferðauppgerðina.

      Vegleiðingin byggir á rundskriv nr. 9000 frá 30. juni í 2026 um tænastuferðir uttanlands og mannagongdirnar hjá Gjaldstovuni.

      1. Áðrenn tú fert

      Arbeiðsplássið skal góðkenna tænastuferðina, áðrenn hon verður løgd til rættis.

      Arbeiðsplássið gevur tær ferðaloyvi. Tú og arbeiðsplássið gera saman av:

      • hvussu tú skalt ferðast

      • nær ferðin byrjar og endar

      • um tú hevur brúk fyri gisting

      • hvussu ferðaseðlar og hotell skulu bíleggjast

      • um tú hevur brúk fyri ferðaforskoti.

      Fært tú ferðaforskot, skal upphæddin vera so nær teimum væntaðu útreiðslunum sum gjørligt.

      2. Ferðatrygging

      Arbeiðsplássið hevur ábyrgd av, at tú ert ferðatryggjað, tá ið tú fert á tænastuferð.

      Skráset altíð ferðina
      Ferðatryggingin hjá landsins stovnum er bara galdandi, um talgilda ferðauppgerðin hjá Gjaldstovuni verður brúkt.

      Tí skalt tú skráseta tænastuferðina í talgildu ferðauppgerðini hjá Gjaldstovuni. Hetta er eisini galdandi, hóast arbeiðsplássið rindar ferðaseðilin, hotellið og aðrar útreiðslur beinleiðis.

      Tað er tí umráðandi, at allar tænastuferðir verða skrásettar í skipanini.

      Um maki ella annar privatur ferðafelagi er við
      Ferðatryggingin hjá landsins stovnum fevnir bara um starvsfólkið, sum er á tænastuferð.

      Maki ella annar privatur ferðafelagi er ikki fevndur av ferðatryggingini. Ferðafelagin skal tí sjálvur syrgja fyri hóskandi ferðatrygging.

      3. Goym kvittanir og onnur skjalprógv

      Goym kvittanir og rokningar fyri útreiðslur, sum tú hevur í sambandi við tænastuferðina.

      Hetta kann til dømis vera fyri:

      • hotell

      • tok, buss ella annan almennan flutning

      • hýruvogn, tá ið tað er neyðugt

      • aðrar neyðugar útreiðslur í sambandi við tænastuna.

      Meginreglan er, at tú skalt skjalprógva útreiðslurnar, um tær skulu endurgjaldast.

      Hevur tú mist eina kvittan, ella ber ikki til at fáa skjalprógv, kann útreiðslan í serligum føri verða góðkend við einari undirskrivaðari váttan.

      Tað er ein fyrimunur at taka mynd av kvittanunum og leggja tær í ferðauppgerðina, meðan tú ert á ferð.

      4. Dagpeningur

      Dagpeningur skal rinda útreiðslur til máltíðir og aðrar smærri útreiðslur á tænastuferðini.

      Dagpeningur fyri hvønn byrjaðan dag

      Ferðamál

      Dagpeningur

      Danmark

      538 kr.

      Onnur lond, sum ikki eru nevnd niðanfyri

      625 kr.

      Bulgaria

      466 kr.

      Slovakia

      466 kr.

      Mosambik

      419 kr.

      Suðurafrika

      347 kr.

      Tunis

      496 kr.

      Thailand

      430 kr.

      Butan

      263 kr.

      Iran

      360 kr.

      Nepal

      292 kr.

      Zambia

      476 kr.

      Zimbabwe

      360 kr.

      Egyptaland

      481 kr.

      Bolivia

      360 kr.

      Kolumbia

      476 kr.

      Kuba

      503 kr.

      Bangladesh

      476 kr.

      India

      347 kr.

      Malaysia

      352 kr.

      Pakistan

      298 kr.

      Dagpeningurin verður roknaður fyri hvønn byrjaðan dag.

      Fyri lond, sum hvørki eru Danmark ella standa í yvirlitinum, er dagpeningurin 625 krónur fyri hvønn byrjaðan dag.

      Upphæddirnar eru frá 2026.

      5. Fríar máltíðir

      Fært tú ókeypis máltíðir í sambandi við tænastuferðina, skalt tú skráseta tær í ferðauppgerðini.

      Hetta kann til dømis vera, um døgurði ella nátturði er:

      • partur av einum skeiði

      • partur av einari ráðstevnu

      • goldin av vertinum

      • goldin av øðrum.

      Dagpeningurin verður lækkaður við:

      • 30 prosentum fyri frían døgurða

      • 30 prosentum fyri frían nátturða

      • 60 prosentum, um bæði døgurði og nátturði eru ókeypis.

      Minst tí til at skráseta allar fríar máltíðir, tá ið tú gert ferðauppgerðina.

      6. Langar tænastuferðir og lærlingar

      Tú fært fullan dagpening í upp til 28 dagar.

      Varir tænastuferðin longur enn 28 dagar, verður dagpeningurin lækkaður við einum triðingi eftir 28. dag.

      Lærlingar uttanlands
      Lærlingar, sum eru uttanlands í sambandi við læru ella arbeiði, fáa dagpening eftir galdandi reglum.

      Varir uppihaldið longur enn 28 dagar, skulu reglurnar um longri uppihald fylgjast.

      Ger ferðauppgerðina manuelt
      Er tú ella ein lærlingur uttanlands í meira enn 28 dagar, kann talgilda ferðaavrokningarskipanin hjá Gjaldstovuni vanliga ikki brúkast.

      Í hesum førum skal ferðauppgerðin gerast manuelt.

      Stovnurin skal tryggja, at dagpeningur og aðrar útreiðslur verða roknaðar rætt sambært rundskrivinum, og at neyðug skjalprógv verða goymd.

      Minst til ferðatryggingina
      Verður talgilda ferðauppgerðin ikki brúkt, tí ferðin varir longur enn 28 dagar, skal Gjaldstovan hava boð um ferðina. Soleiðis verður starvsfólkið ella lærlingurin skrásettur í sambandi við ferðatryggingina.

      Send boð til:

      keypsportal@gjaldstovan.fo

      Skriva í teldupostinum, at starvsfólkið ella lærlingurin verður uttanlands í meira enn 28 dagar.

      Hetta skal gerast, áðrenn farið verður, so tryggingarviðurskiftini eru í lagi undir øllum uppihaldinum.

      7. Hotell og gisting

      Útreiðslur til hotell verða endurgoldnar eftir rokning og í mesta lagi við hotellsatsinum fyri landið.

      Hotellsatsir fyri 2026

      Land

      Gjaldoyra

      Í mesta lagi fyri hvørja nátt

      Danmark

      DKK

      1.844

      Belgia

      EUR

      190

      Bretland

      GBP

      189

      Eysturríki

      EUR

      137

      Finnland

      EUR

      154

      Frakland

      EUR

      201

      Grikkaland

      EUR

      137

      Grønland

      DKK

      1.844

      Háland

      EUR

      197

      Írland

      EUR

      169

      Ísland

      ISK

      38.298

      Italia

      EUR

      166

      Kanada

      CAD

      352 + skatt

      Luksemborg

      EUR

      177

      Noreg

      NOK

      2.234

      Portugal

      EUR

      153

      Spania

      EUR

      177

      Sveis

      CHF

      226

      Svøríki

      SEK

      2.039

      Týskland

      EUR

      157

      USA - New York og Washington D.C.

      USD

      329 + skatt

      USA - annars

      USD

      281 + skatt

      Í Danmark er hotellsatsurin 1.844 krónur íroknað meirvirðisgjald.

      Um hotellið kostar meira enn satsin
      Í serligum føri kann arbeiðsplássið góðkenna eitt hotell, sum kostar meira enn ásetti satsurin. Tá skalt tú leggja eina frágreiðing um orsøkina við ferðauppgerðini.

      Um landið ikki er í yvirlitinum
      Er eingin hotellsatsur ásettur fyri landið, verða rímiligar útreiðslur til hotellkamar ella aðra góðkenda gisting endurgoldnar, tá ið tú leggur skjalprógv við.

      Um tú ikki hevur hotellrokning
      Kanst tú ikki skjalprógva hotellútreiðslurnar, kanst tú fáa 230 krónur í náttarviðbót fyri hvørja nátt, um tú annars lýkur treytirnar.

      Tú fært ikki náttarviðbót, um:

      • arbeiðsplássið hevur skipað fyri gistingini

      • gistingin er partur av skeiðsgjaldinum

      • arbeiðsplássið rindar hotellið.

      8. Ferðing og flutningur

      Sum meginregla skalt tú brúka almennan flutning á tænastuferð.

      Arbeiðsplássið kann loyva øðrum flutningi, til dømis Airport Shuttle, hýruvogni ella øðrum hóskandi flutningi, tá ið tað er neyðugt.

      Skalt tú brúka egnan bil, skal arbeiðsplássið góðkenna tað. Endurgjaldið kann í mesta lagi svara til tað, sum hóskandi almennur flutningur ella ein líknandi tænasta hevði kostað.

      Vel ein bíligan og hóskandi flutningshátt
      Tú skalt velja tann flutningshátt, sum er bíligastur og samstundis hóskar til endamálið við ferðini.

      Prísurin skal tó síggjast í samanhangi við ferðina. Tað kann tí eisini hava týdning:

      • hvussu langa tíð ferðin tekur

      • nær tú skalt vera frammi

      • hvar arbeiðsuppgávan skal gerast

      • um almennur flutningur er tøkur

      • um annar flutningur er neyðugur fyri at røkka endamálinum við ferðini.

      Bíligasti kostnaðurin er tí ikki altíð tað sama sum lægsti ferðaseðlaprísurin. Flutningshátturin skal bæði vera skynsamur í kostnaði og hóskandi til endamálið við tænastuferðini.

      Goym kvittanir fyri flutningsútreiðslur, sum skulu endurgjaldast.

      9. Um tú leggur privatar dagar afturat ferðini

      Tænastuferðin kann í ávísum førum verða samantvinnaða við privata ferðing, men greiður skilnaður skal vera millum tænastuferð og privata ferð.

      Leingir tú ferðina av privatum orsøkum, verða eyka dagarnir roknaðir sum frídagar.

      Fyri hesar dagarnar fært tú ikki:

      • dagpening

      • náttarviðbót

      • endurgjald fyri hotell

      • endurgjald fyri aðrar privatar útreiðslur.

      Arbeiðsplássið rindar ikki eykaútreiðslur, sum standast av privatu leingingini.

      10. Um maki ella annar privatur ferðafelagi er við

      Er maki ella annar privatur ferðafelagi við, rindar arbeiðsplássið bara tann partin av útreiðslunum, sum hevði staðist av tænastuferðini hjá tær einsamallari ella einsamøllum.

      Eitt hotellkamar verður til dømis í mesta lagi endurgoldið við tí upphædd, sum gistingin hjá tær einsamallari ella einsamøllum hevði kostað.

      Maki ella annar privatur ferðafelagi er ikki fevndur av ferðatryggingini hjá landsins stovnum.

      Arbeiðsplássið rindar ikki meirútreiðslur, sum standast av privata ferðafelaganum.